Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 12
Fiti í sild
18
Støddin á havsildini.
(Size of Atlanto-Scandian herting).
I Føroyum verður øll saltað sild flokkað eftir stødd,
áðrenn hon verður flutt út. Við hesa flokkan hava verið
líkindi fyri at kanna, hvussu støddin á sildini hevur verið
ár um ár, og hvørjar broytingar hava verið. Sildin verður
skild í tríggjar flokkar: 4*, 5* og 6 sild. Miðaltalið á sild*
um í fyrsta flokki má ikki fara upp um 400 sildir í hvørj*
ari tunnu (102 kg), hetta merkir, at miðaltyngdin á hvørjari
saltaðari og ílignari sild má ikki fara niður um 255 g. I
øðrum flokki má miðaltyngdin ikki fara niður um 204 g
og í seinasta flokki ikki niður um 170 g.
Á 7. talvu er sýnt, hvussu sildin ár um ár hevur skift
seg sundur eftir stødd á teir ymisku flokkarnar.
7. talva.
Ár [Year] Talið á flokkaðum tunnum [Number of sorted barrelsj 4 Flokkar 5 6
min. 255 g 0/0 (per cent) min. 204 g 0/0 [per cent] min. 170 g 0/o [per cent]
1953 98.478 95,0 2,9 2,1
1954 185.569 70,0 21,7 8,3
1955 64.234 67,1 16,9 16,0
1956 156.614 54,5 28,5 17,0
1957 115.582 47,6 39,0 13,4
Flokkanin eftir stødd er sera álítandi, tí hvør einasta
sild verður havd á hondum, og tætt áðrenn sildin verður
flutt út, kanna vrakarar hana millum annað fyri at vita, um
skiljingin hevur verið bein.
Líta vit at tølunum á 7. talvu, so er tað skillugt, at miðah
støddin á sildini hevur broytst tey árini, Føroyingar hava