Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 121
Toftarannsóknir í Fuglafirði
127
steðgur er komin í gólvhækkingina har eitt bil. Her -f-
1,58 m er aftur heldur hørð gólvskón og 2,2 m langur,
0,75 m breiður eldstaður (eldstaður 3). Hann stendur beint
oman á hinum og vendir sama veg, men er styttri N.—S.
er hin. (4. mynd, nr. 3). Hann er eisini laðaður av hellum
við umgerð av fløtum steinum, ið standa upp um botnin,
ið er 1,52 m yvir sjóvarmálan.
Gripir í húsum VIII.
1. Brýni; úr glitur* og leirskifuri, summi hava foyrur eftir brýning
av spískum jørnum ella nálum; eitt beltisbrýni, heilt, úr leirskifuri,
er 10 cm langt, 1 cm breitt, 0,7 cm tjúkt. (funnið millum eldstað
2 og 3).
2. Fitisteinsílátabrot; fleiri hoyra saman, øll av bollum; eitt av 1,8
cm tjúkkari, flatari trom, veggjatjúkd yvirhøvur 2,2 cm; eitt annað,
eisini av, 1,4 cm tjúkkari, flatari trom, hevur hjóling undir tromini
uttan; 2 cm tjúkt um brúnina, haðan búkut, helst brot av stórum
bolla. Leirílát við sama sniði í Kvivik} smb. TreIleborgu, talva XVII.
(funnið á eystara palli).
3. Metal; tráðir og rundar boygdar stengur, ið hava verið í eldi (í
gólvskón við langeld 4).
4. Handsnældurennlar; úr fitisteini, flatir báðumegin, ímutir øðrus ella
báðumegin, evnaðir úr ílátabrotum; tvørmát yvirhøvur: 2,8 cm,
hædd 1,6 cm (ymsar staðir í gólvi og á pallinum).
5. Handsnældurennlar úr royðugróti, flatir og íflatir undir niðan,
árundir omaná; ein er so lítil at hann heldur man vera 0,7 cm
høg perla; ein, o. u. hálvur, er brotnaður so at eygað er burtur;
tó at hann er størri enn vant man hetta kortini vera rennil, íflatur
undir niðan við sneiddari røð, árundur omaná, tvørmát 7,6 cm,
hædd 3,1 cm (í gólvskón undir «bríkarsteini» eystanfyri eldstað 2).
6. Handsnældurennil; úr blýggi, (kanska lodd?); tvørmát 2,2 cm,
hædd 0,7 cm.
7. Træamboð; runt skaft, ið líðandi breiðkar út í tunt flatt blað,
3,5X3,2X0,2 cm, ið øðrumegin er rundað, øðrumegin telgt á skák
við hvøssum eggjarni; øll longdin 13,8 cm. Amboð ella leika ?,
ið líkist nógv einum slagi av fornum spakum1"1; (í niðastu gólvflá
+ 1,50 m).