Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 126
132
Toftarannsóknir í Fuglafirði
Tá ið hesir steinar vórðu tiknir upp, lógu undir teimum
ymsir gripir, sum mega hoyra til niðaru toftina, t. d. stóri
rennilin (hús VIII, 5). Sama hendi, tá ið langeldurin varð
tikin burtur; undir norðara parti av honum, niðan frá
eldstaði 3, vórðu funnin: flintpetti, tilevnaður smálutur úr
viði (VIII, 8) og vakurt, heilt beltisbrýni (VIII, 1).
Innanfyri vesturveggin er renna oman gjøgnum gólvið;
tað sær út sum hon hevur haft samband við tvørrennu
av sama slagi og á sama staði sum tann í høllini; men
yngri byggitiltøk hava órógvað hana so nógv, at rættiligt
skil ikki fekst á hesum. Ivasamt er eisini, um pallarnir
hava verið nýttir eisini her, ella um gólvið, so sum tað í
støðum sýntist, lá omaná teimum.
Gripir í húsum VII.
1. Leirílátabrot; nøkur fá óglarað; eitt av innábendari trom, ímut
uttan, er helst av bolla, sbr. KvívíV.
2. Brýni; úr gliturskifuri, 6,4—19,7 cm long.
5. Viksteinar; slitnir, havdir til eitthvørt; tann størsti 7,5X5,5X4,7 cm.
4. Handsnældurennlat; úr fitisteini, flestir flatir undir niðan, árundir
omaná, ein flatur báðumegin, ein toppvaxin. Ein hevur ímskón,
gjørdur úr ílátabroti. Tvørmát 2,2—4,3 cm, hædd 0,8—2,1 cm.
5. Handsnældurennlar; úr royðugróti, flatir undir niðan, flatir ella
árundir omaná; tvørmát 3—3,8 cm, hædd 1,4—2 cm.
6. Handsnælduskøft; brotin, rund, tjúkkast: 1,1—1,3 cm nakað, á einum
4,2 cm, inn frá øðrum enda, haðan smalka og funda tey báðar
vegir; tvørmát um nokkaendan 0,6 cm. Sama snið sum t. d.
Roussel16.
7. Krintalsrennlar; ein úr fitisteini, tvørmát 10,5 cm, hædd 2,3 cm;
ein úr royðugróti, tvørmát 14,1 cm, hædd 5,3 cm.
8. Fitisteinsamboð?; runt fitisteinsbrot; í eina síðu er skorin 8 cm
long, 2 cm breið, o. u. 1 cm djúp lægd; í eina 3,2 cm langur, 2,1
cm snøggur latínskur krossur, tætt við hann ein annar grynri og
ósnøggari, umframt tvær foyrur.
9. Fitisteinsílátabrot; nógv, ímut uttan, 1,2—2,2 cm tjúkk; summi av
trom, helst av bollum; eitt 15,5X11,4X1,6 cm stórt er av fer*
hyrndum stórum íláti við reystum síðum, sbr. Griegs.