Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 146
152
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
javnt til dygdar, og svørini øll ikki jøvn til lítar. Úr einstøkum lækna*
dømum vóru eingi svør ella heilt fáorðaðar lýsingar, men atvoldirnar
hava mest verið tser, at læknarnir hava verið nýkomnir ella so ov»
byrjaðir við øðrum arbeiði, at teir hava ikki havt nóg góðar stundir.
Tey spurnarbløð, sum ikki eru afturkomin, ella sum lítið stóð á, hava
kortini valla (at tey voldu meira stríð skerst ikki burtur) gjørt kann«
ingarúrslitinum stórvegis mun. Tí tey rúgvismiklu svørini frá lands*
sjúkrahúsinum, ið nomu við allar vitskulítlar sjúklingar eini 30 ár
aftur i tíðina, sum vóru lagdir inn har vegna hesi brek, ella sum
umframt aðrar sjúkur eisini høvdi hesi brek, og kanning høvundsins
av øllum tilfari, sum var at finna í umsitingini, komu at skapa eitt
so trygt støði, at tað bar til, táið høvundurin spurdi seg fyri hjá lær«
arum og øðrum kunnigum fólki úti á bygd, at fullfíggja lýsingarnar,
skilja frá tey deyðu og fáa mett umstøðurnar, sum tær i allar mátar
nú vóru.
Áðrenrt farið verður út í æsur við sjálvum tilfarinum,
verður neyðugt at gera hesar viðmerkingar aftrat.
Aðalendamálið var, sum longu nevnt, at fáa tal á teim*
um ófullføru, sum nú ella í næstu framtíð hava onkra
hjálp fyri neyðini. Dentur hevur tí verið lagdur á, táið
endalig uppgerð av tí fingna tilfarinum fór fram, bert at
fáa uppí hesa teljing rættuliga ófullfør fólk (t. e. debilitas,
imbecillitas og idiotia), men sibbarnir eru við vilja ikki
tiknir uppí part, hóast onkur kundi sagt, at heldur ikki
teir eru rættuliga fullførir. Hetta er gjørt av trimum at*
voldum. Fyrsta er tann, at ikki er siður í norðurlondum
at telja teir uppí ófullfør. Onnur er tann, at í mongum
førum er samfelag okkara (mest úti á bygd), tað ið arbeiðis*
hættum viðvíkur, enn so toluliga einfalt, at tornom fólk,
bert ikki ov nógv verður lagt fyri tey og ov mikið skundað
undir tey, so toluliga hanga uppi millum manna, ja, við*
hvørt skarða framúr í styrki og — verður væl farið við
teimum — eisini í tolni og áhaldni, og tí hava tey enn,
táið arbeiði er, nógmikið fyri báðar hendur. Men triðja
atvoldin er tann, og hon er mest umráðandi, at tóku vit
sibbarnar uppí teljing sum hesa, er einki at ivast í, at úr*
slitið hevði verið sum best ber til og hevði givið heilt
skeiva mynd av hesum viðurskiftum. At telja sibbarnar