Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 144
150
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
Eitt sinnissjúkrahús (ella ein sinnissjúkradeild) til 150
sjúklingar er, borið saman við tílíkar stovnar í øðrum
londum, einki ovurstórt yrkisøki. Tí liggur tað raðið fyri
at umhugsa: hevði tað ikki umframt borið til undir sama
fyristøðumanni (yvirlækna) at leggja deildir til tey ófulb
føru, teimum og øllum, ið her av varða, til lina. So nær
skyldar eru hesar læknayrkisgreinir (hon, ið fæst við sinnis»
sjúkur, og hon, ið fæst við ófullføri), at ikki skuldi staðist
á at búgva út sama læknan so væl í báðum, at hann til
lítar hevði rokkið um báðar hesar bólkar av sjúklingum
og brekaðum.
Men um tey ófullføru her á landi — hvussu mong tey
eru, og hvussu illa brekað, hava vit lítið higartil vitað.
Setningurin verður í hesi ritgerð at fáa fast um at halda
hesum spurningum viðvíkjandi.
Um tilfarið.
Vanligt er, tá ið vit standa við eini fløkju, at hon rek*
ist upp, bert vit fáa fatur á endarnar og lesa okkum hóv=
liga eftir teimum.
Til at fáa tal á øllum ikki fullførum fólkum í Føroyum,
tóktist tað høvundinum bestu hyggjuráðini at ganga tvær
leiðir: A. At venda sær til læknar og sjúkrahús og spyrja
um, hvussu nógv ófullfør fólk, hvør teirra vitsti um at
siga, og B. At kanna alt skrivligt tilfar, sum var til skjals
um ófullfør fólk á ymiskum umsitingarskrivstovum. — Var
alt hetta tilfar gjølla kannað, handfarið og mett av sama
manni, kundu vónir vera til, at úrslitið fór at vera álít*
andi, ið hvussu er nóg álítandi til at lýsa hin setta spurn*
ingin.
A. Spurnarbløð vóru send til allar kommunulæknar og teir tríggjar
yvirlæknarnar við vanlig sjúkrahús her í Føroyum, men umframt vóru
spurnarbløð latin aðalumsitingini fyri ófullfør á donsku oyggjunum
at býta út til fyristøðulæknarnar við tey ófullførishús og sheim, sum
ófullfør fólk úr Føroyum koma i, táið tey fara av landinum. I hesum