Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 90
96
Atlantssiðir — Atlantsorð
(tangi ella mirkjalla) ella í hvussu er á etandi taravøkstri.
William Shaw (A Galic and English Dictionary. Vol. I.
London 1780) hevur bert formin muiririn «a sort of alga
that is eaten; it consists of very long stalks, and long
narrow leaves»; Neil Macalpine (A Pronouncing Gaelic*
English Dictionary, 1832. Reprinted 1948) hevur tveir form*
ar: muirichlinn og muirlinn, s. n., «edible sea*weed, called
birses; in some places gruaigeaw, hjá Dwelly (The Illu*
strated GaelicíEnglish Dictionary, 1901 — 1911) er ein formur
mircean'), s. m., navn á einum parti av Alaria («badderlock»),
sbr. Alex. Macbain (An Etymological Dictionary of the
Gaelic Language, 1911), sum hevur sama form: «a kind
of sea*weed» (Lewis), men undir «gruaigean» skrivar orðið
øðrvísi: «Miorcan in Lewis». At enda skal eg nevna, at
Lane (English*Irish Dictionary 1904) sigur «edible alga»
eita á írskum: muirireann, muirirín og muirlinn. Eftir John
Cameron (The Gaelic Names of Plants, 1900, bls. 134)
er mircean navn á Alaria esculenta (ein søgumaður hansara
sigur tað tó merkja reytt taraslag). Her er nevndur úr
írlandi ein formur murlins, sum Cameron heldur vera
avbronglaðan av formunum «muiririn, muirichlinn, muirlinn»
(av muir, mara «sjógvur, hav»). Á Mon sigur hann orðið
vera mooirlane (í hini stóru monsku orðabókini, 1866, hevur
Kelly: mooir=lhean «a sea»weed which the inhabitants eat»).
Um teir gelisku formarnar av taranavninum «mirkjalli»
havi eg leitað ráð hjá gelisk*kønum monnum í Skotlandi,
Noregi og írlandi. Sjálvur legði eg stóran dent á teir
formarnar, sum hava —1—, t. e. muirichlinn og muirlinn, tí
at hesir formar líkjast mest tí føroyska og tí orknoysk*
hjaltlendska (mirkjalli; mirkyals). Hesir formar, sum Mac«
alpine (1832) hevur, eru helst úr Argyll, sum David Murison
orðabókarritstjóri sigur mær, og er málið har ofta líkast
írskum. Tað er hugsandi, at muir(ich)linn er ein minkformur
*) Um «mirkarv> (Lewis) sí Reidar Th. Christiansen í Maal og Minne
1938, bls. 10.