Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 155
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
161
gloymt, at fjøldin av hesum ófullføru, ið avlamisstyrk fáa,
valla lúka treytirnar fyri at koma í sjúkrakassa. Táið tey
kortini eru komin har, er tað sjálvandi tí, at hetta — sum
er — er einasta gongda leiðin at hjálpa. Men samstundis
gleppa tey samfelagnum úr hendi eftirlitið viðvíkjandi. Og
hann, ið kennir umstøður teirra, veit, at ikki eru tey øll
nóg væl fyri komin, sum er, minni enn so. Líkt er til, at
nakað av andstøðuni ímóti at lata tey ófullføru heiman,
stavar frá tí peningamissi, sum fólk undir annars trongum
korum høvdu verið fyri, steðgaði avlamisstyrkurin ella
gjaldið fyri eftirlitnu heimarøktina, av tí at hin ófullføri
kom á tað hús ella heim, honum sjálvum hóskaði best.
Annars skal í hesi ritgerð einki verða gjørt burtur úr,
hvussu ymsir partar av umsitingini taka lut í hesum
gjøldum.1)
Eingin ivi kann vera í, at 13 av teimum 24 ófullføru,
sum eru at vera heima ella úti hjá fólki og uttan nakað
samband við tað almenna, vóru betri fyrikomin, komu tey
á ófullførishús. Hjá teimum 11 undir 14 ár er tað hugs*
andi, at tey nýttust bert at vera har eitt styttri ella longri
skifti (nøkur ár), so tey vóru gjølla kannað og fingu høvi
til at læra okkurt og síðani komu í eftirlitna heimarøkt.
Men hjá teimum 2 yvir 14 ár verður tað ætlandi með alla.
Setningur okkara var: hvussu stórt ófullførishús er tørvur
á her í Føroyum, táið endamálið er, at mest sum øll ófulU
før fólk hjá okkum — tey sum nú eru burtur í øðrum
landi, og tey, sum enn eru her heima — skulu fáa røkt,
hóskandi viðgerð og læru her á landi? Svarið er at lesa
í 5. talvu, har eisini tey heilt fáu eru tikin uppí, sum
ófullførisumsorganin hevur hildið vera skikkað til eftir*
litna heimarøkt, sjúkraheim ella kostskúla. Og í 6. talvu
eru hesi fólk skipað eftir aldri.
>) Hann, ið áhuga hevur fyri hesum, verður vístur til tað, sum
høvundurin hevur skrivað um hetta í: Betænkning om aandssvage-
forsorgen, nr. 204, Kphvn. 1958, bls. 248. Viðurskiftini eru bert lítið
broytt, síðan tað varð skrivað.
11