Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 73
Atlantssiðir — Atsantsorð
79
Fornminnissavni) er frásøgnin henda: «Siður var, at menn
summarmálamorgun (!), áðrenn farið varð til útróðrar,
skuldu leggja ein tongul í bátin og ein stein í varðan (Fiski*
varðan) fyri at fáa fiskieydnu. Ffetta hevur verið gjørt upp
til hesa tíðina.» (1952).
Burtur úr tara fingu tey fyrr spælilutirnar ball og kyku.
í orðabókini hjá J. C. Svabo verður Badlur, s. m., týtt
soleiðis: «Bold (eller Kugle gjort) af en Tangstamme, hvor*
med man (Børn, Bønder) leger, pila lusoria ex certa fuci
specie confecta (M), pila v. globulus ex stipite fuci dicho*
tomi factus, qvo ludunt pueri (S1)®. Kyka er í somu orða*
bók skrivað Kjika, s. f. (S1: s. m.!), og týtt so: «(af Tang)
et Stykke, som giøres og bøjes saa, at det kan springe op
og blive som levende» (M) og «Legetøj, gjort af en Tang=
stamme, Instrumentum lusorium puerile ex stipite algæ
confectum» (S1). Undir sagnorðinum kyka («Kjika, v. a.»)
hevur handritið M, umframt týðingina «giøre levende, kom<
me Ild til at brænde...», ískoytið: «it. de Tambjødla».
Kanska merkir hetta, at sagnorðið kyka — einsamalt ella í
sambandinum kyka tangbjøllu — varð havt um spælið, sum
kykan varð nýtt til. Av tí at orðið «tangbjølla» neyvan
altíð merkti bert niðasti luturin av tangi (Alaria), tori eg
ikki at siga við vissu, hvussu kykan var vorðin, ella hvørjum
hon var gjørd av. —
Aftan á hetta slankið, vit nú gjørdu, nærkast vit aftur
høvuðsevninum: tari sum fólkaføði.
Um taraát føroyinga, aðrar tíðir enn tá ið hungur gekk
á, fáa vit upplýsingar í verjurøðuni hjá Frederik v. Gabel.
Hon er tíðarmerkt 11. mars 1691 («Læst udj Commissionen
i Raadstuen for Kiøbenhafns Slot d. 23 Martij Anno
1691»)’). Har er so frásagt: «Tang belangendes, da effterí
som det her kommer Een meere fremmed for, da faar Jeg
lidet vitløfftigere derom en detail referere. — Der scall vere
trende Slags paa Færrøe, som de begriber der paa Landet
') Á ríkisskjalasavninum danska.