Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 57
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
63
10. Trý børn høvdu við reglubundnu rannsóknini cranio=
tabes. Tey vóru 6, 4 og 3 mánaðir gomul. Elsta barnið var
drongur, har craniotabes var funnið 2 mánaðir undan hesari
kanning. Hini tvey vóru gentur, og hjá teimum var cranio*
tabes funnið við rannsóknini. Um 6 mánaðir gamlan drong
eitur, at hann hevði stóra ferstrenda høvuðskeldu, hon var
3x3 cm. Um 30 børn er viðmerkt: bungut tubera parietal.
Sundurskiftingin eftir aldri er eitt sindur øðrvísi enn vit
høvdu væntað (7. talva).
c? ?
Minni enn 2 ár 3(2 1)
2- 4 í 11 ( 6 5)
5- 9 . 12 ( 6 6)
10-14 * 4(31)
0-14 30 (17 13)
7. talva. Børnini við bungutum tubera parietalia
skift sundur í aldursbólkar.
2 dreingir (3 og 7 ár) høvdu bungutar tubera fronialia,
har umframt høvdu teir stórar tubera parietalia, og eru tí
eisini í 7. talvu. A bringuni hjá gentu, 1 ár og 9 mánaðir
gomul, sást týðiligur rósinkransur.
11. Harrisons foyra. I hesi rannsóknini eru sum nevnt
353 dreingir og 374 gentur. 51 dreingir og 44 gentur høvdu
Harrisons foyruna, og verða tað ávikavist 14 og 12%. Til*
samans 727 børn, og av teimum 95 við Harrisons foyru,
tað verða 13%.
Bert 7 (ld\ 6?) av hesum 95 børnunum hava fingið við*
merkingina «greflig» Harrisons foyra. Allar hinar vóru smáar
— einstakar so veikar, at tær eru lýstar við orðunum «ógv*
iliga smáar», «so tær varnast», «bert eiti av foyruni»; men
hjá ongum barni tó ivi um, at bringan er merkt av hesi
smávegis avskapan.
Ógviliga løgið er at síggja, at Harrisons foyra hjá ikki