Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 118
124
Toftarannsóknir í Fuglafirði
Eitt sindur norðan fyri miðjuna á høllini gongur áður
nevndi eyrryggurin inn í húsini. Hann er vorðin snøgg=
aður framman og síðan havdur sum partur í palli, ið annars
er innan fyri veggirnar allan vegin runt.
Oman úr eyrrygginum og framvið vesturvegginum er
grivin veit, ið síðan er steinsett sum renna við heliulokum;
henda renna er samstundis støði undir forsíðu pallsins á
hesum strekki.
011 toftin er bygd á feitt, grønt leir; tað grava teir upp
og nýta sum ífylling í pallin á hesum staði. Bæði renna
og pallur eru gjørd beint á gamlan svørð; í uppskumpaða
leirinum sóust skilligar moldskeinur, ið trúligast eru leivdir
av elsta svørðinum. Annars er tann 0,5—1 m breiði og
ætlandi 0,35 m høgi pallurin gjørdur á tann hátt, at grót=
støði er lagt allan vegin runt innanfyri veggirnar og rúmið
fylt við mold og heldur grovum eyri. Teir støðissteinar,
sum ikki eru teknaðir á 2. mynd (ovast høgrumegin) vóru
av misgávum tiknir burtur, áðrenn teknað varð. Niðan
eftir øllum eyrrygginum er pallsjaðarin lagdur av neva=
stórum malargróti; hvat ið hevur verið oman á og framman
fyri pallarnar sigst einki um við vissu, men tær nógvu
træleivdir her, serliga á og við eystara pallin, kundu víst
á klæðing úr viði.
Sandí og øskublandaðu gólvlindirnar, svartar og feimnar
av ími, eru fleiri. Tann niðasta er ógviliga hørð serliga
uttanum eldstaðin, ið stendur eftir miðlinju húsanna og
vendir í sartnan útnyrðingnorðan—landsynningsunnan. Hetta
er 4,75 m langur, o. u. 0,7 m breiður langeldur við 1 m
langari, 0,45 m breiðari, 0,17 m djúpari, ferhyrndari kullu
í miðjuni, sum óivað eisini er miðja hallarinnar (eldstaður
4). I kulluni var einki uttan leys, turr øska, døkkari og
Ijósari á liti. Uttan um kulluna, eins og rundan um eld*
staðin allan, er umgerð av longum, mjáum malargróti;
annars er langeldurin hellusettur. Fyrsta gólvið hevur verið
munin lægri enn umgerðin; og hellurnar, ið hava nakað
sama hallið oman eftir sum gólvið, liggja eisini eitt sindur