Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 68
74
Atlantssiðir — Atlantsorð
eru ella verða hildin at vera av norrønari rót, eitt nú sovorðin
náttúrulýsandi orð sum gjógv (eldri: gjó, ísl. gjá), stakkur
(nýtt um ein flatan drang ella dranka) o. fl. hava í hvussu
er fingið merking ella dám fyri sunnan Føroyar. Tey eru
til á øllum strekkinum úr Mon norður til íslands, í tí geh
iska partinum í geliskum formi sjálvsagt. Hóast slík høvuðs*
orð í staðanøvnum og dagligum máli fyri vestan hav eisini
eru funnin í støðum á vesturstrond Noregs (t. d. er gjo til
í Sogni og í Rogalandi), fara vit at kalla tey atlantsorð, t. e.
orð úr norrønum bygdum vestur í havi. Ikki ber til hjá okk=
um her at gera gjølla grein fyri hesum áhugaverda spurningi,
nóg mikið er at vísa á, at eisini í slíkum hóma vit strikuna
suður og norður. Av øðrum virkisøki, fornfrøðini, finna vit
stuðul undir tað, sum her er sagt. Eg hugsi her um nálina,
sum funnin varð í víkingatíðar*grevstrinum í Tjørnuvík.
Um henda merkisgrip sigur Sverri Dahl (Fróðskaparrit V,
166): «Hesir prónar munnu ... vera gjørdir eftir keltiskari
fyrimynd í norronu víkingabygdunum har suðuri (t. e. í
Skotlandi og í Suðuroyggjum) og haðan komnir til íslands
og Føroya ...» Her er strikan so bein, sum hon fær verið,
tí eingin tílíkur prónur er funnin í Noregi.
Hitt gamla føroyska bóndasamfelagið, sum vit mest sum
taka um endan á nú á døgum, hevur í mongum lutum røtur
sínar í víkingatíðini. Men tað er ikki yvir at dylja, at í
hesi bóndasiðmenningini er so mangt, sum av fyrstu tíð illa
fær verið norskt, t. e. heimanorskt. Tað er so mangt, sum
sær út til at vera sprottið úr siðmenningini sunnan fyri og
vestan fyri okkum, ella beinari sagt fyri vestan hav.
Eitt er nú nýtslan av børku til at barka við, roð og húðir.
Hetta er ikki norskur siður, og, tað eg veit, hevur tað heldur
ikki verið siður í Islandi, men hetta er siður í írlandi (sí
E. Estyn Evans, Irish Folk Ways, 1957, bls. 217), í Suð*
uroyggjum, í Orknoyggjum og í Hjaltlandi. Tað fólkið fyri
vestan hav, sum talaði vesturnorskt mál, hevur tikið upp
sið frá fólki, sum talaði geliskt mál. Men orð er einki, sum