Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 44
50 Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
sum tí ikki kemur við. 12 ára gl. drongur hevði havt tví*
burðarsystur, sum doyði í føðingini. So vórðu í 1944 bornir
í heim tvíburðir — dreingir — ið báðir høvdu komið upp
í hesa rannsókn, høvdu teir livað. Men annar doyði í føð»
ingini, hin 6 vikur gamal. Afturat hesum 8 tvíburðarpør*
unum mega vit taka við ein drong úr aðrari fjarari bygd,
og sum frá heilt ungum kom at vera í húsi í einari av teim
kannaðu bygdunum. Tvíburðarsystir hansara varð verandi
hjá foreldrunum.
1. Tuberklar. Tá ið arbeiðið byrjaði í 1945 var ætlanin,
at pirking skuldi vera fastur liður í rannsóknini, og at øll
børnini skuldu pirkast. — 1 1946 Calmette*koppaði yvir*
læknin V. Magnussen Eiðis læknadømi. Beint frammanundan
var at kalla alt fólkið í læknadøminum pirkað og kannað
við Mantoux III. Av hesi orsøk fór reglubundna tuberk*
ulinrannsóknin fram bert í árunum 1945 og 1946, og bert
í 4 bygdum vórðu børnini kannað av høvundanum.
Ungdómurin er ferð eftir ferð pirkaður. I tíðarskeiðinum
februar 1923—oktober 1928 vórðu, umframt onnur, øll børn
undir 15 ár pirkað. Talið á hesum børnum var tá 801
(397 c?, 404?), og av teimum vístu 103 ella 13 °/o positivt.
í 16 ára=skeiðinum 1929—1944 var tuberkulinroynd nýtt í
mongum ymissum førum. Var komið fram á nýggjan tilburð
við tuberklum vórðu øll í tí húsinum og allir kenningar
pirkað, og eisini við hvørt øll børn og ung í bygdini, til
at fáa kunnleika um, hvussu víða smittan var komin, ella
til at finna smittuberan.
Undan Calmetteíkoppingini í 1946, kendu vit har tilsam*
ans 29 undir 15 ár, ið smitta vóru við tuberklum. Tvey
av teim 9 børnunum, ið burturstødd vóru, tá ið rannsóknin
fór fram í 1945—50, høvdu pluss; tey koma ikki uppí held*
ur enn hini sjey burturstøddu. Men aftur fyri tey koma 2
børn av teim fyribils hjástøddu við positivari tuberkulin*
vísing. Yvirlækni V. Magnussen fann trý afturat*) — tib
samans 32 (20d\ 12?) av 727, og verða tað 4°/o.
') Eg takki V. Magnussen, yvirlækna, fyri hesa upplýsing.