Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 102
108
Kolanøgdin í Suðuroy
Marstrander1) (1950) metir kolanøgdina í Suðuroy til
54—55 mill. tons; 4—5 mill. tons sunnan fyri Trongisvág
og 50 mill. tons norðan fyri Trongisvág, um so er, sum hann
sjálvur tekur til, at tað eru tvær nýtuligar kolalindir. Hann
mælir til at gjølligar jarðfrøðiligar kanningar verða gjørdar
hesum viðvíkjandi og sigur (s. 10) «Inasmuch as there is
distinct reason to believe that as many as two (2) diíferent
workable coal beds are in existence here, and possibly as
many as three (3), as just mentioned, it is thought advis*
able that this question be gone into much deeper by geo*
logical research work. To some extent the old maps have
been prepared as a result of wishful thinking».
Nýggjar rannsóknir.
Hesar rannsóknir fóru fram í árunum 1952—54. Tær vóru
settar í verk av Føroya landsstýri eftir oman fyri nevnda
tilmæli Marstranders og gjørdar av Danmarks Geologiske
Undersøgelse og Føroya Jarðfrøðisavni í felag.
Tað sum fremst lá fyri í hesum rannsóknararbeiði var tí:
/. at avmarka kolaøkið og kanna tey jarðfrøðiligu viður*
skiftini kolinum viðvíkjandi, 2. at kanna eftir um tær nýt*
uligu kolalindirnar eru ein ella fleiri og J. burtur úr kanning*
arúrslitinum at meta um kolanøgdina.
Fyrsti og annar spurningurin eru báðir viðgjørdir í fleiri
ritgerðum (Rasmussen 1952 a, 1952 b, 1956, 1957, 1959 og
Noe*Nygaard og Rasmussen 1958) og skulu tí verða stutt
umfarnir her.
Samstundis sum tað jarðfrøðiliga kortleggingararbeiðið fór
fram, var kolalindin avmarkað, sum tað sæst á 1. mynd.
Kolalindin fevnir eftir hesari avmarking um 23 km2. Hon
fer í sjógv á Kolaratanga norðanvert við Grímsfjall, á Tjørn*
unesi sunnantil á Hvalbiarfirði, í Hvannhaga og á Froðbiar*
nípuni. Frá Kolaratanga tekur hon seg upp suðureftir, upp
') Report on the Coal Position on the Faroe Islands 1950.