Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 93
Atlantssiðir — Atlantsorð
99
í, hvussu upprunaligur annar partur av orðinum er, =kjarni.
Orðið kjarni — sama orð sum danskt kærne, týskt kern —
er heldur løgið, um vit hugsa um, hvussu hesin vøkstur
ella vakstrarpartur er vorðin. Vit eiga ikki at lata tað binda
okkum, at orðið kjarni einsamalt í íslendskum er nýtt um
Alaria ella part av Alaria. Her er helst um stytting at røða.
Nei, frægast høpi fáa vit í, um vit hugsa okkum, at ísl.
myrikjarni er umgjørt snið av forníslendskum orði *myri=
kjanni.
Vit koma onga leið, um vit ikki vilja rokna við tí, at
norrøn mál fyri vestan hav høvdu tveir formar av tí navn*
inum, vit her røða um. Annar, *myr(i)kjanni, er so grundar*
formurin hjá øllum øðrum íslendskum formum, hjá tí
føroyska staðanavninum Myrkjanoyri og hjá tí geliska nú*
tíðarforminum mircean á Lewis í Suðuroyggjum. Hin,
*myr(i)kjalli, er frumsniðið hjá vakstrarnavninum, sum vit
í dag hava í Orknoyggjum, Hjaltlandi og í Føroyum
(mirkyals; mirkjalli). Báðir formarnir mugu hava grundarlag
sítt í geliskum máli í víkingatíðini. Men hvussu vóru teir
gelisku formarnir vorðnir? Æt muirichlinn (muirlinn) í
eldri sniði okkurt sum *muiricheal, sum onkur hevur skotið
mær upp, so hugsi eg mær, at *myr(i)kjalli, fær komið av
tí. Men úr hvørjum formi er so *myr(i)kjanni komið?
Kanska fær onkur gelisk»kønur sagt okkum tað. Longri
fram vinni eg ikki í hesi syftu.
Vit hava nú sæð, at ilt er at greiða allar málsligar fløkjur
viðvíkjandi tí sniðinum, sum átutaranavnið mirkjalli hevur
í norrønum og geliskum málheimi. Men eitt er víst: norrønt
fær orðið ikki verið av fyrstu tíð. Eins og navnið á tí
átuslýnum, sum nýtt hevur verið í írlandi, í Suðuroyggjum
og í Føroyum, før. slavak, ísl. slafak, er komið úr geliskum
(slabhac), fær hitt føroyska og íslendska navnið ikki komið
úr øðrum máli enn úr geliskum. Vit tora tí at halda, at
siðurin at eta slíkan tara er komin úr somu ætt. Men er
alt taraát í norrønum londum fyri vestan hav íkomið fyri
sunnan Føroyar? Hóast taranavnið søl er norrønt orð, haldi