Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 47
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
53
nitis pigmentosa (sá illa í myrkri) og hypogenitalisme (skøp^
ini smá, kynsbúningin enn ikki byrjað). Hevði har umframt
havt polydactylia (11 fingrar og 11 tær).
4. Um tenninar. Tenninar hjá føroyskum børnum eru illa
brendar. í 3. talvu sæst støðan hjá 8 ymissum aldursbólkum.
Undir 1 ár 1- -4 ár 5- -9 ár 10- -14 ár
Tils. Br. tenn % Tils. Br. tenn % Tils. Br. tenn % Tils. Br. tenn %
52 0 0 212 74 35 245 203 83 218 196 90
2- -4 ár 5- 14 ár 1- 14 ár 0- 14 ár
Tils. Br. tenn % Tils. Br. tenn % Tils. Br. tenn % Tils. Br. tenn %
160 69 43 463 399 86 675 473 70 727 476 65
3. talva. Børn við brendum tonnum í aldursbólkum.
Vit síggja á 3. talvu, at eingi børn undir 1 ár hava brend*
ar tenn. Á 1-4 ára aldri eru 35°/o. Síðan ein øgiligur og
brádligur vøkstur til 83°/o í næsta 5 ára tíðarskeiðinum
(5—9 ár). Talið veksur í næsta bólki aftur, men ikki so
nógv — til 90°/o. Hjá børnunum, ið eru 1 — 14 ára gomul
eru 70°/o, og í bólkinum 5—14 ár eru 86%. Taka vit øll
727 børnini undir einum, fáa vit 65% við brendum tonn*
um. Ein fylt ella tikin tonn verður sjálvandi roknað upp í
brendar tenn. — 14-1,9% — av hesum 65% høvdu fingið
fyllu í sjúku tenninar. Holst3 fann x 1936 — 37 av 182 børn*
um undir 17 ár við brendum tonnum bert 2, t. e. 1,1%
við fyllu í holunum. Taka vit tey børnini, sum vóru tanm
leys, ella sum ikki høvdu brendar tenn, uppí, verður pro*
centið upp aftur lægri.
Úr okkara tíð eru fleiri ritgerðir um tenninar hjá før=
oyskum børnum. Tær eru eftir Rasmussen9 1925, Holst3
1936—37, hon er nevnd omanfyri, og Kofoed5 1939.