Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 136
142
Toftarannsóknir í Fuglafirði
Tað er hetta sum fram um alt ger henda fund forvitnisí
ligan. Nú hava vit tvey samdømi um búsetingarsið og
húsasmíð her hjá okkum í forðum, annað í Streymoy og
annað í Eysturoy.
At gripasløgini eru mest sum tey somu økir sjálvsagt
eisini fróðskap okkara um lívsháttin í fornari tíð her á
landi. Næstan alt finnst í báðum støðum, bara eru leir*
ílátabrotini nógv færri her, men tess meiri av kroti.
Rannsóknarúrslitini í Fuglafirði eru tí kærkomin viðbót
til tey í Kvívík, fram um alt er nú vissa fingin fyri, hvussu
endarnir vóru laðaðir og tekjan borin uppi.
TÍÐARFESTING
Ráð eru ikki fyri at tíðarfesta nakra av ovaru toftunum;
greitt er tó, at hús V mega vera bygd nakað leingi aftaná
at hús VII vóru inndottin. Nær ið hús VI eru bygd er
ivasamt, helst kortini um somu tíð sum fólk búðu í húsum
VII, og tað man vera einaferð í miðøld.
Fyri tíðarfesting av húsum VII til miðøld tala reystsíðað
fitisteinsílát (VII,9)4,8,14 og latínskur krossur í fitisteins*
amboði (VII, 8). Heilt vist er ikki, um gripir, ið
funnir eru á pallinum hoyra til hús VII ella VIII, t. d.
tvífaldu bláu perlurnar (VIII, 18), sum meinlíkar eru teim
silvurløgdu í Kvívík3 (bls. 29), og sum allar helst skuldu
verið víkingaaldarperlur. Hetta er okkum eykaávaring um
at vera varnar við tíðarfesting av toftum. Tí sum áðar sagt,
eru húsini VII og VIII í roynd og veru bara ymsar gólv*
fláarhæddir innanfyri somu veggir, ið hava Iívt fólki langar
tíðir uttan íhald. Gripir so sum perlur hava sjálvsagt verið
goymdar sum gersemi og nýttar alla tíðina; eisini hava
gomul búnýtasnið hildið sær óbroytt, t. d. trogið (VII, 11).
Spurningurin er nú, um niðasta gólvfláin, ella hús VIII,
eigur nakað, ið kann prógva hana at vera eldri enn hinar.
Summar perlurnar (VIII, 18) eru funnar her, tær og fitb