Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 145
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
151
spurnarblaði, sum landslæknin sendi út 1. marts 1958, var setningurin
fyrst avmarkaður til at røkka um tey ófullføru, sum vóru so vitskulítil^
at teimum í løtuni tørvaði ella í næstu framtíð mundi fara at tørva
stuðul frá samfelagnum, so tey annað hvørt longu vóru komin ella
áttu at koma undir einahvørja umsorgan, kanska at búgva á hóskandi
ófullførishúsi ella *heimi. Og síðani var á oyðublaðnum spurt um
ymist viðvíkjandi hvørjum ófullførum sær, eitt nú: navn, føðingardagur
og sár, fyri børn navn á foreldrum, fyri vaxin navn á og skyldskapur
við tey, hin ófullføri búði hjá, bústaður, ein meting av, hvussu ófulb
førur hin brekaði var (fávitskutur, hálvbýttur ella býttur), læknaligar
viðmerkingar (táið tað var gjørligt so sjúkuavgerð, t. d. mongolismus,
myxoedema, hydrocephalus, para» ella hemiplegia spastica, epilepsia).
Aftrat hesum helst ein lýsing av standinum (t. d. ikki reinførur, illur
í sær, góður at fáast við, sámuligur, gongur við mannfólki og býður
sær til, rekavætti, landastrok), stutt lýsing av hússetrinum (tí mangan
verður tað tað, ið ger tað eftirynskjandi at fáa hin brekaða á ófull*
førishús), hvussu hin brekaði higartil hevur verið hjálptur (komin
undir ófullførisumsorgan, farin av landinum í ófullførishús ella sheim,
farin á sjúkrahús, kanska sjúkraheim ella ellisheim), um hann hevur
fingið avlamisstyrk ella er komin í eftirlitna heimarøkt (heima ella úti
hjá fólki) — og loksins varð biðið um uppskot til, hvussu frægast
mundi verið at skipa fyri í framtíðini (fyri konufólk kanska ófrukting).
Her vóru læknar biðnir um at taka støðu eina mest til, um hin ófull=
føri framvegis kundi ætlast at verða væl farin við at verða búgvandi
heima ella úti hjá fólki, ella um hann heldur átti at búgva á ófulb
førishúsi ella dieimi. Og spurt varð i hesum føri um, hvørt tey, ið
varðaðu av, bóru seg undan (ella beinleiðis sýttu fyri), at nakað slíkt
varð gjørt, og um tey, hevði slíkt hús ella heim verið her í Føroyum,
fegnari vildu latið hin ófullføra har enn at hava hann heima. Læknar
vóru biðnir um, har fleiri vóru í somu bygd, at samráðast um spurn*
ingarnar, og teir, sum høvdu ikki verið leingi í læknadøminum, vóru
biðnir um at samráðast við og spyrja seg fyri hjá kunnigum fólki,
eitt nú prestum, sýslumonnum, lærarum og sóknarstýrislimum.
B. Táið hesi spurnarbløð vóru send út, fór høvundurin undir at vita,
hvussu mong ófullfør vóru at finna í teimum nógvu sjúkradagbókum
(tilsamans einar 2200), sum eru í varðveitslu hjá Føroya vanlukkuráði,
eins og hann kannaði øll søvn, ið til eru, og øll mál, ið handfarin
høvdu verið hjá ríkisumboðnum viðvíkjandi almennari hjálp til ferða»
útreiðslur úr Føroyum, sjúklingum undir serumsorgan o. m.
011 at kalla, sum fyrispurningar vóru sendir til, hava sera beinasom
latið frá sær tað, ið tey vitstu1)- Alt tilfarið kom sjálvandi ikki at vera
1) Eg veiti her øllum, serstakliga landssjúkrahúsinum og teimum læknunum, ið svaraðu
aftur, men eisini øllum teimum úti á bygd, sum hjálpt hava læknunum og mær við hesum
kanningum, bestu tøkk mína fyri hjálpina.