Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 48
54 Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
Ritgerðin í 1925 er um eina lítla rannsókn viðvíkjandi
brendum tonnum hjá 50 børnum í 2—4 ára aJdri. 72°/o
høvdu brendar tenn. Av teimum 727 børnum, ið kannað
vóru í 1945—50, vóru 160 á hesum sama aldri, og teirra
millum vóru bert 43°/o við brendum tonnum — sí 3. talvu.
So prosentið hjá hesum smábørnum er frá 1925 til 1945—50
minkað ógvuliga nógv. Og enntá meira, lagt verður afturat
í 1925: «Denne ødelæggelse af smábørnenes tænder var ofte
voldsom. 1 gang fandtes materiefyldte blærer ved tandhals*
ene. Det var ikke sjældent blandt de 36 børn (72°/o) at
finde 3—4—5 eller 6 tænder angrebne. 5 gange var halvdelen
eller over halvdelen af de 20 børnetænder helt eller delvis
ødelagte. Ret ofte fandtes af fortænderne i overmunden kun
rodstumper tilbage». Rannsóknin vísti væl og virðiliga ikki
bert, at prosentið við brendum tonnum hjá 2—4 ára børní
um minkaði, men eisini at tenninar í 1925 vóru nógvar
ferðir verri farnar enn í 1945—50. Tann mynd, tenninar tá
vístu, er neyvan meira at finna nakrar staðir í Føroyum.
A 3. talvu og niðanfyri her er ikki skilt ímillum barna*
tenn og vaksnamannatenn, heldur ikki ímillum dreingir og
gentur, og vit vita einki um talið á sjúkum tonnum hjá
einstaka barninum, og heldur ikki um tær tá vóru lítið ella
illa farnar. í Kaabers6 og Holsts3 ritgerðum frá 1936—37
eru hesi viðurskifti tikin við.
í 1925 vóru, umframt oman fyri nevndu børnini á 2—4
ára aldri, eisini øll skúlabørn á Eiði kannað fyri brendar
tenn tilsamans 100. Fýra av teimum høvdu fylt 14 ár, øll
hini vóru 7—13 ár. 74 høvdu brendar tenn. I 1947 varð
aftur hugt at børnunum í sama skúla, og tey koma, saman
við hinum børnunum í bygdini, upp í hesa uppgerð frá
1945—50. Tó vóru í skúlanum bert 62 børn, øll meira enn
7 og minni enn 14 ár. Ikki færri enn 92°/o høvdu brendar
tenn, bert 5 bøm høvdu frískar tenn. I tey 22 árini, sum
eru ímillum hesar báðar rannsóknir, er so talið á børnum
við brendum tonnum í hesum skúla vaksið ógvuliga nógv:
úr 74 og upp í 92°/o.