Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 148
154
Talið á ófullførum fólki i Føroyum.
vóru ófullfør. Her skal verða lagt aftrat, at tey — heilt fáu
— ófullføru, ið eisini vóru so munandi sinnissjúk, at tey
í mong ár høvdu verið og enn vóru á sinnissjúkrahúsi,
ikki eru tald uppí.
Alt tilfarið varð so av høvundinum, aftaná at hann sum
omanfyri greitt frá, hevði skilt frá tað, sum ikki átti at
verða talt uppí, handfarið á tann hátt, at allar umráðandi
lýsingar vóru drignar út úr og settar upp í stóra yvirlits*
talvu, sum kom at fevna um øll rættiliga ófullfør, sum
nakar vitsti um, her í Føroyum, skipað eftir heimbygd.1)
Urtøka.
Kanna vit nú tað tilfarið, sum eftir verður, og sum
fevnir um øll ófullfør fólk sum heimarætt áttu í Føroyum
hin 31.12.1958, fáa vit tilsamans 179 ófullfør, 94 mannfólk
og 85 konufólk. Fólkatalið í Føroyum sama dag sigur
landsfólkayvirlitið at hava verið 34.296, t. v. s. at 0,52 %
av øllum fólkum her á landi eru ófullfør. Skift eftir kyni
hóskar hetta toluliga væl saman við samsetingini av før=
oysku tjóðini, ið er umleið 82 mannfólk uppá hvørji 77
konufólk (Manntalið 31.12.1950).
Talið 0,52 °/o er ikki høgt tal, borið saman við granna*
lond okkara, og tykist ikki at vera hægri enn í teimum.
Men illt er at meta um hetta, tí hvørki úr Islandi, Noregi
ella Danmørk eru tøk tøl, ið beinleiðis kunnu berast saman
við teljing okkara, men eru tøl teirra annaðhvørt bert eftir
ætli ella fevna tey um rúm, hesi lond hava á ófullføris*
húsum, og um talið á teimum, sum eru undir onkrari
ófullførisumsorgan.2) Vit kundu hugsað okkum, at talið í
>) Henda talva verður sjálvandi ikki gjørd almanna kunnig, men
tey, ið vísindaliga ella í aðrar mátar fáast við hesar spurningar,
kunnu hjá landslæknanum sleppa framat hesum tilfari.
2) Sí Heilbrigðisskýrslur 1955, Reykjv. 1958, bls. 167, Sunnhetstilstan-
den og medisinalforholdene 1955, Oslo 1958, bls. 9 og Medicinalberet-
ning for kongeriget Danmark 1956, II, Kphvn. 1958, bls. 38.