Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 61
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
67
fyribils hjá skyldfólki í Eiðis læknadømi. Hon bevði havt
sjúkueyðkenni í o. u. hálvt ár.
27. Pellagra. 6 børn í 3 ymissum húsum hvørt í síni bygd
høvdu eftir øllum líkindum havt pellagra. — í 1. húsinum
var ein at kalla 15 ára gomul genta, og tunga hennara var
í februar 1949 (gentan tá 1372 ára gl.) ógvuliga tjúkk, fag*
urt reyð, øll avtikin og far eftir tonnunum fram við tungu*
jaðrinum. Harumframt var illa sundurstokkið í kinnklovun*
um, og húðin á albogunum og knøunum var rúrut og heldur
døkkari enn hon átti. — í 2. húsinum við 4 børnum hevði
í juli 1942 ein 9 ára gl. drongur eins og oman fyri nevnda
genta, tjúkka, fagurreyða tungu og í tunguni lagdir fullar
við hvítum, smølum, leysum skónum. Oman á tunguni sást
eisini merki eftir stórum, at kalla heilt avfarnum hvítum
skónum. Slímhinnan var sum tungan, ógviliga reyð. Einki
støkk í kinnklovunum og heldur ongar broytingar í húðini.
17 ára gamal bróðir hansara hevði hesumlíkar broytingar í
munninum og á tunguni og var har umframt sundurstokkin
í kinnklovunum. — í 3. húsinum vóru 6 børn, og av teims
um høvdu 3 (11, 9 og 2 ár) í mars 1947 broytingar í húð*
ini á albogunum og knøunum; tó at einki var við tunguni
ella munninum, bendi hetta avgjørt á pellagra. — Hesi
nevndu sjúkubrøgd hvurvu skjótt, tá ið tikið varð nicotin*
sýra og gertablettir. Tá ið regluliga rannsóknin fór fram í
hesum 3 bygdunum ávikavist í 1950, 1945 og 1949 vóru
munnurin, tungan, kinnklovarnir og húðin hjá teimum børn*
unum, sum tey áttu.
28. Kynbúningin fer fram eftir lógbundnum reglum og
røkkur um fleiri ár.
Hjá dreingjum byrjar kynmenningin við, at eistuni fara
at vaksa. Beint aftan á tað veksur sinin, og at kalla sam<
stundis eru at síggja strálvaksin, stutt, ljós hár um ytru
skøpini; tey víkja skjótt fyri tjúkkari, litaðum sløttum hár=
um. Eistu og penis halda á við at vaksa. Hárini verða tætt=
ari og purlut. Litað, grov hár koma undir hondina; at kalla
samstundis tí eigur ein at kunna finna livandi sáðkyknur
í landinum.