Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 143
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
149
av varðaðu. Tí tá koma í ljósmála — varin, lítillátin og
tí kanska lítið eyðsýn — viðurskifti, ið nema við sárar
kenslur: millum foreldur og børn, millum mans og konu
og millum systkin, umframt tær at verða verðandi millum
ókunnufólk, ið hava annað lyndi, tala aðra tungu og hava
onnur áhugamál. Og fyri hann, ið kunnur er við umstøð*
urnar hjá hesum sjúklingum og teimum, ið av varða, rennur
skjótt fram, táið hann út í æsur kannar hetta mál, gamla
ørindareglan: «duld eru døpur mein.» Tí hjá fjøldini av
teimum brekaðu, ið her verður hugsað um (teimum sinnisí
sjúku og teimum ófullføru) eru tað ikki vikur og mán»
aðir um at tala, men heldur ár og viðhvørt ævuskeiðið alt.
Tí átti tað at ligið raðið fyri hjá teimum, sum vald hava,
at virka fyri, at hesi duldu mein verða sum minnst. Og
tí noyðast vit at royna at skipa so fyri her heima hjá
okkum sjálvum, at tey, sum sjúk eru og sálarliga brekað,
her á landi kunnu fáa ta viðgerð og røkt, sum teimum
er fyri neyðini, so tey bert í hendingaføri noyðast út í
onnur lond og tá helst bert styttri skifti. Fyri viðgerðina
sjálva hevði hetta havt størsta týdning, og hava læknar
borið hetta fram í meira enn øld (Regenburg 1849).
Skal á hesum øki í heilsulagnum metast um, hvussu
vánirnar eru til at røkka á mál, má fyrsti setningurin verða
hann at ætla um, hvussu víða hesi frávik frá tí rættvorðna
(sinnissjúk og ófullfør) eru at finna hjá okkum Føroy<
ingum, og um nóg nógv eru í hesum bólkum til, at tað
verður gjørligt at gera sjúkra* og røktingardeildir við ser»
kønum starvsfólki til hesi fólk.
Nakað síðan hava Kristiansen (1952) og Rasmussen (1953)
roynt at kanna henda spurning teimum sinnissjúku við«
víkjandi, og kom hin fyrri til tað úrslit, at á sinnissjúkra*
deild í Føroyum áttu at vera rúm fyri ið hvussu er 80—
100 sjúklingum, hin seinri fyri umleið 180 sjúklingum.
Fler skal ikki telvast um hetta tal, men serkøn nevnd1)
hevur í 1956 mett talið til 150.
>) Betænkning vedrørende statens sindssygevxsen, nr. 165, Kphvn.
1956, bls. 135.