Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 79
Atlantssiðir — Atlantsorð
85
ymisk sløg av grøntara: Ulva, Ulothrix, Enteromorpha o. fl.
— Beint nú hevur Rasmus sagt mær, at hann kennir orðið
slavak av Skarði nýtt um grønt slýggj, sum kom á helluna
um várið og gjørdi hana hála, so at illa var gangandi.
Sum nevnt aðrastaðni er slafak í íslandi nýtt um ymist
gras, og eisini á geliskari grund man tað samsvarandi orðið
hava verið nýtt um annað enn fjøruslýggj1). Hetta gevur
okkum dirvi til at týða staðanøvnini Slavansdalur (í Sands«
haga) og Slavarsurðar (Porkeri) sum Slavaks =dalur, =urðar.
Ljóðgongdin var so henda, at «k» í «slavaks*» hvarv, og
seinni kom so inn «n» og «r» framman fyri «s»?inum. Sbr.
at staðanavnaliðurin Drekkands= verður framborin Drekk«
arsí, Drekkalsí og (tað upprunaliga) Drekkans*. Er hetta
beint, og eg dugi ikki at síggja annan uppruna hjá nøvrn
unum úr Sandoy og Porkeri, so varð fornføroyskt slavak
eisini nýtt um annan gróður enn fjøruslýggj.
At slavak (í fjøruni) varð etið í Føroyum í svangligum
tíðum er einki at ivast í. Mangt er í neyðini nýtt — heldur
onkur. Men siðurin er helst so gamal sum orðið slavak er
her á landi, og hann fær illa verið komin aðra leið enn
hetta upprunaliga geliska orðið. Her ber eitt atlantsorð boð
um, hvaðan ein atlantssiður er komin.
Vit fara nú at líta at tí íslendska tilfarinum.
Orðið slavak er til í íslandi sum í Føroyum, har skrivað
slafak ella (Sigf. Blóndal, Islandsk*dansk Ordbog, 1920—
1924) slavak. Men merkingin ella merkingarnar har eru
ólíkar hini føroysku, um vit fara eftir orðabókum. Sniðið
á orðinum er, sum sæst, tað sama, og vit fáa seinni at
síggja, at tá ið vit leita í øllum tí íslendska tilfarinum,
sum í dag er, finna vit ein tráð, sum hóast alt í merking
bindur saman Island við Føroyar. Vit líta nú fyrst at orða*
*) Joyce, Names of Places, II (1883), 346: But this word sleabhacan
must have been also applied to some herb not marine; for we have
an inland townland in the parish of Killaan in Galway, west of
Ballinasloe, called Cloonatloukaun the cloon or meadow of the sloke
(s eclipsed by t).