Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 76
82
Atlantssiðir — Atlantsorð
klettinum og uppi á øðrum tara; á fjøru er tað undan; tá
søkir seyður oman at eta tað, og man tað vera honum
góð hjálp í svangligum tíðum.»
í orðabókini hjá Svabo, eitt nú í hdr. M, eru søl («Søøl,
s. n.») nevnd: «et slags Strandgræs, som spises af Fattige,
fucus ovinus v. alga sacharifera. Isl. sól». Orðalagið hjá
Jørgen Landt (Forsøg til en Beskrivelse over Færøerne,
1800, bls. 229) er so: «Fucus palmatus, paa dansk: Flaand*
dannet Tang, og Fucus ovinus, paa dansk: Faare Tang,
begge kaldes i Færøe Søl og bliver undertiden spiiste for
Lyst, nogle stege den, da den derved skal faae en bedre
Smag. Faarene æde den begjerligen.» — Eftir hesum hava
so føroyingar í 18. øld etið hetta tiltikna taraslagið, hóast
fáur nú á døgum veit frá tí at siga. Longri aftur í tíðini
er einki at ivast í, at hesin reyðtarin hevði meira at týða
hjá okkum. I hvussu er haldi eg meg kunna lesa tað burtur
úr teimum mongu staðanøvnum, sum nevnd eru eftir honum.
Sum kunnugt varð hetta høvuðstarin, ið etin varð í íslandi,
eitt taraslag, sum lóggivið varð um (Jónsbók, Grágás). í
Noregi nýttu menn søl til neytafóður, men eingin veit við
vissu, at fólk har hevur bragdað tey1). Irland, Skotland,
Suðuroyggjar og Orknoyggjar, Føroyar og ísland eru helst
tað rætta gamla økið til átutara — av hesum sum av øðrum
sløgum.
Hóast orðið søl fyrst og fremst merkti Rhodymenia, so
er einki at ivast í, at eisini annar reyðtari hevur havt sama
navn — og verið etin. Eg skal nevna her, at tari, sum
Landt (231) kallar Fucus ciliatus (sama latínska navn hevur
N. Mohr, bls. 246, fyri ísl. sólvamæður), helst hevur itið
') Prof. Ove Arbo Høeg hevur gjørt so væl at siga mær, hvat ið veitst
um taraát í Noregi. Hann sigur so frá: «Det nærmeste jeg er kommet,
er følgende opplysning fra Balsfjord (Tromsøfylke): «So‘ll er en liten,
sterkt rødfarga tang, som sauene er svært glad i. Jeg liker ogsá at tygge
pá so'll nár jeg er i fjæra heime.s Men det som denne mannen for-
teller, kan en ikke ta som sikkert utslag av gammel tradition.»