Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 55
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
61
2—6 ára aldri í barnagarði Drottning Ingridar í Havn og
fann 2, 2°/o, við nalvalopi. Hjá 8 av børnunum stóð nalvin
nógv út, uttan at víst kundi vera á nalvalop.
Henda rannsókn hevur tilsamans 273 børn á hesum sama
aldri (2—6 ár). Teirra millum høvdu 19 nalvalop (7%) og
9 høvdu havt, tilsamans 28 el. 11%.
350 børn vóru 7—14 ára gomul. 5 teirra høvdu nalvalop:
Trý 8 ára gomul, eitt stívliga 9 ár og eitt eitt sindur vvir
14 ár. 16 á hesum aldri høvdu verið viðgjørd fyri nalvalop,
sum nú var burtur. Tilsamans 21 ella 6°/o.
Taka vit nú hetta saman fáa vit: 727 børn kannað, øll
undir 15 ár, í tíðarskeiðinum 1945—50. Av teimum høvdu
31 (4+3+19-j-5) nalvalop, og 26 (1-(-0+9+16) høvdu
havt, men tað var horvið. 57 (31+26) av 727 verða 8%.
Hetta talið er ætlandi ov lágt, tá ið vit geva gætur eftir
høga prosentinum fyri børn undir 1 ár (10%) og tey ímilb
um 2 og 6 ár (11%). Rætta talið man vera nærri 10%.
Av teim 57 børnunum, sum høvdu ella høvdu havt nalv*
alop, vóru 27 dreingir og 30 gentur.
011 her nevndu 57 børnini vóru borin í heim rættstundis,
eitt undantikið; tað kom 5 vikur fyri tíðina. Nalvalop varð
ávíst stutt eftir føðingina, men tað hvarv skjótt burtur aft«
ur. Nærum øll nalvalopini komu fram stutt eftir, at barnið
er borið í heim. 2 ferðir mundi kykhosti vera atvoldin ella
ein atvold. Eitt av hesum nevndu nalvalopum var paraum*
bilicalt.
Ein nærum 4 ára gamal drongur, ið hevði havt nalvalop
frá tí, hann var borin í heim at kalla, var skorin fyri tað,
tí hann gramdi seg um pínu í búkinum og legði seg niður
á bøin, tá ið pínan kom til at fáa linna. Ongar samangrógv*
ingar vóru funnar, tá ið skorið varð; men hann gramdi seg
onga tíð aftur.
Sum nevnt omanfyri vóru 26 børn, sum høvdu havt
nalvalop, ið var horvið, tá ið rannsóknin fór fram. Hvussu
er so við arrunum, ella vit kunnu spyrja: Hvussu grør
nalvalop aftur? 19 av teim 26 høvdu frískar nalvar, og 7