Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 52
58
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
Eiðis læknadømi. Men tó kunnu vit benda á eitt, ið eftir
øllum líkindum hevur havt týdning — hevur kann henda
gjørt allan munin.
Ein stórur partur av børnunum í Føroyum hevur uttan
iva í langar tíðir fingið lýsi; og ikki bert tey, ið illa trivn*
aðust, men í mongum húsum øll børnini tey fyrstu barna*
árini. Lýsi gjørdu tey sjálv. í 1883 kom apotek í Havn.
Hetta gjørdi broyting í og lýsigerðin heima minkaði við
og við. í 1920 og nøkur ár frameftir var at kalla oyði við
fisk undir Føroyum. Utróðurin minkaði tí burtur í einki
at kalla (Kamppn); tað gav at bíta eisini í bygdunum í
Eiðis læknadømi, — tað kann høvundurin av sonnum vátta.
Hetta hevði við sær, at lýsi nú var rárt at fáa. Lýsigerðin
á bygdunum helt vitiliga heilt uppat. Apotekið sigur ferð
eftir ferð í 1920—25, at tað hevur einki lýsi, ætlandi tí, at
tað ger sjálvt lýsi, men fær onga livur. Tað er alls ikki
óhugsandi, at orsøkin til tær vánaligu tenninar hjá smábørn*
unum í 1925 er hetta lýsitrotið. Menn hava leingi vitað —
ið hvussu er síðan 1934 (Mellanby12) — at lýsi (D*vitamin)
er neyðugt, skulu tenninar vaksa, sum tær eiga. Hetta fiska*
loysi vardi í fleiri ár; men so kom fiskur aftur á grunn*
arnar, og lýsi var aftur at fáa á apotekinum. Vit undrast
tí á, at Holst so seint sum í 1936—37 við Gjógv og í Eld*
uvík fann so stórt tal við brendum tonnum, 65% av børn*
unum undir 7 ár. Framburðurin frá 72% í 1925 var lítil
og minni, enn vit høvdu væntað eftir tí, ið omanfyri er
greitt frá.
Hetta heldur høga talið hjá Holst kann tó í ein mun
stava frá tí, at hann neyvan hevur tikið tannleysu børnini
á 0—6 ára aldri við. Var tað, hevði talið verið lægri. Aftur
at tí kemur, at Holst kannaði bert 20 børn í hesum báðum
bygdunum. Tilvild hevur tí væl kunnað havt avgerandi
týdning.
Nú kann onkur halda, at tannlæknin prof. J. J. Holst
kann hava funnið fleiri børn við brendum tonnum enn
bygdalæknin. Hetta man tó ikki vera. Hjá teim størru børn*