Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 78
84
Atlantssiðir — Atlantsorð
den groer meget slibrig, saa at den er ofte til Hinder paa
de Steder, hvor man skal lande med Baade i stærk Søegang;
thi da kommer det an paa at springe vist, og staae fast.»
Landt endar umrøðu sína av hesum brúna taranum, sum
hann so kallar á føroyskum slýggj, við at taka til N. Mohr
(Isl. Naturh., 248), har sagt er frá nýtsluni í øðrum londum.
N. Mohr hevur upplýsingar sínar frá Lightfoot (Flora
Scotica). Tað, sum N. M. sigur um «Ulva umbilicalis?»
er hetta; «findes almindelig paa Klipper ved Stranden, er
mørk purpurfarvet, spises meget vester paa Skotland; den
indsamles i Martiimaaned, og efter at den er lidet kogt,
stues den op med Peber, Eddike og Smør. I England saltes
den og forvares ofte et heelt Aar, naar den bringes paa
Bordet, kommer man paa den Olie og Citronsaft.» Vit
síggja, at N. M. nevnir einki íslendskt ella føroyskt navn
á taranum (slýnum), og hvørki hann ella Landt sýnast at
vita av, at hetta er etið í Føroyum ella í íslandi. Tað eg
dugi at síggja, hevur Landt ongastaðni navnið slýggj á
grønum tara, heldur ikki bls. 297, har hetta stendur: «paa
nogle Steder opdriver en Tangart, som de kalde Slujgji,
ulva, hvilken giver den fineste og kraftfuldeste Gjødning».
— Orðið slýggj er germanskt, slavak av fyrstu tíð ikki. —
Eftir ljóðframburðinum hevði verið beinari at skrivað orðið
slavakk, men av tí at skriftmálið í slíkum førum er vant
at hava einfalt hjáljóð, skriva vit tað: slavak.
í Botany of the Færóes (1901 — 1909) nevnir Gazet Paturs*
son í navnalista sínum (III, 864—66) slavak, og slýggj
(«slíggj») er sett at vera navn á Porphyra umbilicalis. Eftir
plantunavnalistanum hjá G. Patursson og R. Rasmussen
(Varðin VIII, 147—148) er líkt til, at G. P. kennir navnið
slavak úr nútíðarmáli, og at R. R. bert kennir tað frá Svabo
og Landt. Á sama stað verður bent á, at «slýggj» er nýtt
um fleiri sløg av grøntara. Rasmus Rasmussen hevur seinni
(Føroysk Plantunøvn, Tórshavn 1950) havt nøvnini bæði
slavak og slýggj gjøllari til viðgerðar. Her er sagt (bls.
158—159), at nøvnini verða brúkt hvørt um annað um