Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 117
Toftarannsóknir í Fuglafirði
123
igir ífyllingarveggir. Av eysturveggi standa 2—3 umfør uppi,
einstakir steinar eru glidnir inn, men annars er hann ikki
avlaðaður. Hæddin er yvirhøvur o. u. 0,35 m.
Eingin ivi er í, at jarðklettarnir hava verið laðaðir inn
í veggirnar, sum so mega hava rokkið longur oman enn
tekningin vísir. Tó at vit ikki hava sæð teir, tora vit at
siga tað, av tí at gryft gjøgnum alt lendið suður til sand<
oyrina í støðum vísti skilliga gólvflá oman frá jarðklett*
inum til fyrr umrøddu vallaðu bakkatromina.
Alt grótið í laðingunum er beringagrót, tað nógva rund=
bøllingar, og til ífyllingar er nýtt mold og smásteinar. í
moldini millum umførini, serliga í eysturveggi, var so mikið
av (træla)mosa, at spurningur er um menn hava laðað við
gróti og flag ella hava stungið veggjarholurnar við mosa.
Rannsakaði parturin av toftini er o. u. 10 m langur, 5,35
m breiður, innan, um miðjuna, og 3 m breiður, innan, við
norðurveggin.
Sum vit longu hava nomið við, hevur hon ivaleyst verið
longri; og bera vit hesa toft, sum er ein høll eins og tann
í Kvívík, saman við hana, má henda hava verið 16 — 17 m
long innan, tá ið hon øll stóð uppi. Hon hevur við øðrum
orðum rokkið so langt oman, sum vallað er í dag.
Meðan norðurveggurin er beinur, síggja vit, at síðu*
veggirnir serliga tann eystari eru bogaðir, so at húsini eru
breiðast á miðjuni, haðan tey líðandi smalka móti báðum
endum. Grundarlagið kemur tí at líkjast holvdum báti,
sum skutirnir eru kvettir av.
Áhugavert er at bera hetta byggilag saman við samdømi
í hinum Norðurlondum, t. d. Oma í Noregi13, ísleifsstaðir
í íslandi7, Trelleborg í Danmark11 og Kvívík3 hjá okkum.
Minni forvitnisligt er ikki at meta omanfyri nevndu longdars
og breiddarmát her við somu tøl í stóru húsunum í Trelle*
borg11 og Kvívík3; vit síggja tá, at lutfallið millum breidd
á miðjuni og við endarnar er beint tað sama, og at lut*
fallið millum øll longdarmátini samsvarar ógviliga nær.
Hetta er meir enn merkilig tilvild.