Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 119
Toftarannsóknir í Fuglafirði
125
lægri enn umgerðin yvirhøvur. Hæddartal á umgerð um
kulluna -f- 1,45 m, á kullubotni -)- 1,28 m, á hellum norðan=
fyri -j- 1,55 m, á hellum sunnanfyri -f- 1,35 m.
Eystan fyri eldstaðin stendur rað av smáum malargróti
fast í gólvinum; helst leivd av palli, eldri enn tí fyrr urm
rødda.
Við tað at lendið vestanfyri, millum jarðklettanna, og
norðan fyri er hægri enn hitt, hevur vatn sett inn, tí eru
rennur lagdar inn undir vestur* og norðurveggin, haðan
tær fara tvørturum og oman gjøgnum alla høllina. Hvussu
hesar rennur eru gjørdar sæst tvær staðir í tvørrennuni,
har hellulokini vóru gliðin út av. 2. tnynd. Á rnyndini
síggjast eisini allir stólparnir, sum við vissu hoyra til hesi
hús; prógvini eru í tí, at teir ikki dagaðu undan fyrr enn
í niðastu gólvfláarhæddum fyri ein part undir steinum, ið
hava verið nýttir í ovaru toftum.
Millum hesar, yvirhøvur 0,20 m tjúkku, rundu stólpar,
eru 2,25—2,75 m, sum teir standa í tveimum røðum niðan
gjøgnum alla høllina og soleiðis gera hana trískipaða.
Hvussu nógvir, ið vóru, vita vit ikki; 7 eru til og støðið
av tí 8., fløt hella sum lá órørd í legu uppi móti land*
nyrðingshorninum. Allir vóru stólparnir fúnaðir, summir
bara varðveittir sum ljósbrúnur greytur, men kortini skill=
igir og púra vissir, eisini av tí, at smáklípur eru kúgaðar
niður rundan um teir.
Hesir stólpar hava borið tekjuni, ið óivað sum siður
var fyrr, hevði mønutráðu, og eisini man hava verið hægst
á miðjuni, haðan hon lækkaði móti báðum endunum, til
tess at hon skuldi ikki ríva. Sama tekingar* ella tyrvingar*
lag vit enn stundum nýta á úthúsum og kráum.
Dyr eru ongar funnar; eg giti, at tær vóru út móti
Gjógvará sunnanfyri jarðklettin, soleiðis at niðara síða
hansara var norðari durastavurin.
Sum tíðin líður verður sandur ferð eftir ferð borin inn
á gólvið. Tá ið gólvið er hækkað einar 0,20 m upp um
tað fyrsta, gera teir nýggjan eldstað; harafturat tykist sum