Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 54
60
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
og hvussu langt ið er frá foyrunum og út í tanneggina ella
tannfilparnar, ber til, tó trupult er, at finna tíðina, tá ið
ófullfíggjaði kosturin nervaði tenninar. Men her verður ikki
farið undir tílíka útrokning. Vit vita einki um, at nakað av
hesum 6 børnunum hevur havt eingilska sjúku, og einki
sást til tær avskapingar, sum vanliga benda á hesa sjúku;
men øll høvdu brendar tenn. — Mangar aðrar sjúkligar
broytingar vóru við tonnunum hjá hesum 727 børnum enn
brendar tenn og hesar nevndu foyrur, eitt nú skeivar tenn,
svørt helsi um tannhálsarnar, blettir á tanngleringini, tenn<
inar óslættar uttan og tannsteinur.
5. Miðoyrnabnmi og hoyrnin. Av øllum 727 børnunum
høvdu 79 ('42c?, 37?) havt miðoyrnabruna; hjá 13 hevði
ikki runnið útúr. Viðvíkjandi hinum 66 var runnið útúr
báðum oyrunum hjá 26, bert úr høgra oyra 24 og bert
úr vinstra hjá 15. So var eitt barn, sum læknin ikki hevði
verið hjá, og har tey ikki mintust, um tað var úr høgra
oyra ella vinstra, at vágur var runnin útúr. Hjá summum
av børnunum hevði runnið útúr fleiri ferðir, og fýra teim*
um aftur høvdu ætlandi varandi brunasótt. Hjá ongum barni
rann út úr oyrunum, tá ið rannsóknin fór fram.
Tá ið kannað varð við uri og teskan, vórðu funnin 4 børn,
ið hvørgu*megin hoyrdu væl: Eitt barnið hoyrdi til helvtar
minni enn tað átti, hjá hinum 3 var hoyrnin minkað nakað,
men ikki so nógv sum hjá tí fyrsta. Hjá 5 børnum var
hoyrnin viknað eitt lítið sindur, heilt lítið øðrumegin. —
Afturat teim 79 kom ein drongur, sum 8 mánaðir gl. varð
skorin fyri mastoiditis høgrumegin; rann ongantíð útúr.
Hoyrir nú væl.
6. Nalvalop. Av hesum 727 børnunum, sum koma upp
í hesa rannsókn, vóru 52 yngri enn 1 ár. Fýra teirra høvdu
nalvalop og eiit hevði havt — tilsamans 5 el. 10°/o.
Somuleiðis vóru 52, ið vóru 1 ár, men ikki høvdu fyllt
2 ár. Trý teirra høvdu nalvalop, t. e. 6°/o. Einki er frískt
aftur, tað vit vita.
Joensen4 kannaði fyri fáum árum síðan 104 frísk børn á