Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 106
112
Kolanøgdin í Suðuroy
heyggji er íroknað, men tað fær neyvan nakran týdning til
regluliga kolavinnu. Tað kolið sum stundum er í rannini,
er ikki roknað uppí, men tað vegar so ikki upp ímóti tí,
ið høgt er.
í eystara kolaøkirtum er ikki lætt at meta um kolanøgdina,
tí tey jarðfrøðiligu viðurskiftini eru so fløkt. Hetta verður
tí heldur ætl enn meting. Víddin er 7,740 km2 og evnis*
tyngdin 1,35. Meta vit meðalkolatjúkdina til 40—50 cm eftir
teimum mátingum sum gjørdar vóru, so skuldi tað verið
á leið. Kolanøgdin verður tá 4—5 mill. tons, men sum
framman undan nevnt, er kolalindin her so nógv órógvað
av seinri eldgosum og innskotnum blágrýti, at reglulig
kolavinna verður torfør.
Hóast framman fyri nevndu metingartøl í fyrstu syftu
tykjast heldur ólík, so sæst kortini, at flestu tølini fyri 1908
hóska toluliga væl saman við kortleggingarúrslitið 1952—54.
Tað sum skilir er kolavíddin. Hjá Forchhammer og Helland
er kolavíddin í størra lagi, og hjá Henchel og Stokes er
hon í minna lagi. Vit mega í hesum sambandi hava í huga,
at tað kortgrundarlag sum neyðugt er í tílíkum føri var
heldur svikaligt hjá teimum gomlu. Føroyakortið 1:20.000
kom ikki út fyrr enn í 1906, og í 19. øld høvdu teir tí
bara tað lítla kortið hjá Born at líta á. Tølini í Les Gise*
ments de Houille de Suderø (1908) og mong seinri tøl, ið
sjónliga eru ávirkað av teimum, víkja afturímóti munandi
frá, bæði frá eldri kanningarúrslitum og frá kortleggingars
úrslitinum 1952—54. Metingartølini 120 mill. tons og 225
mill. tons er als einki hald í, men summi tølini fyri ovastu
kolalindina hóska kortini væl saman við onnur kanningar*
úrslit; tað sum skilir í hesum føri er tann ovurstóra meðah
kolatjúkdin 1,65 m ella meira, sum teir rokna við.