Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 131
Toftarannsóknir í Fuglafirði
137
húsini vóru inndottin og má vera vestari veggur á húsum,
sum eru bygd á og innanfyri veggirnar í húsum VII og
VIII. Hesin veggur endar innanfyri jarðklettin í horni og
lítlari leivd av suðurveggi; miðjan av honum er burtur,
men hann finnst aftur yviri við eysturveggin á hollini og
í støðum eisini omaná honum. Suðurendin á hesi toft er
tí greiður, men ymist er hvussu langur vesturveggurin er
niðaneftir; hann stendur omaná norðurveggi hallarinnar og
hómast í beninum undir akveginum.
Vit kunna kortini siga vist, at hetta vóru sethús; í
øskublandaðum sandgólvi stóð óreglulig rúgva av brostn*
um steinum og øsku, sum er samandottin eldstaður (eld«
staður 1), og ymsar staðir í gólvinum lógu brot av am*
boðum og búnýtum. Væl kann tað vera, at summir smá*
stólparnir, vit umrøddu í sambandi við hús VII hoyra til
hesa toft, serliga teir sunnastu, ið standa tvørturum toftas
Iendið (sí: 3. mynd).
Eisini hesi hús eru inndottin og hava ligið leingi sum
toft. Ymiskt tjúkk mosa*, lyng* og graslind skilir millum
hesa flógv og ta ovaru. I henni lógu nógv træsprek, av
teimum vóru summi telgd spísk í øðrum enda og lógu á
rað við lynggreinum millum; rímiligast er at fata tey sum
sprytur at festa tekjufløgini, mønufløgini, við — at spryta
tøk — vita menn enn um at siga.
Gripir í húsum V
1. Brýni; úr gliturs og leirskifuri; á einum sæst skilliga, at tað er
knívabrýni hjá lámi; 6,5—14,4 cm long.
2. Handsnældurennil; úr fitisteini; flatur undir niðan, høgt árundur
omaná, tvørmát 2,9 cm, hædd 1,9 cm.
3. Fitisteinsbrot; smá, 2,8 cm tjúkk; eitt við 2 boraðum holum.
4. Træílát; fleiri laggaðir stavir og botm og lokfjalir við ymsum skøv*
um; einstakir eru oyrnastavir t. d. av lokadyllu.
5. Træsprek; meir og minni tilevnað; summi við holum í og træ*
nøglum; eitt prýtt við skákskøvum.
6. Træskaft; runt, út við annan endan 2 cm vítt hol; 17 cm langt,
2,8 cm tjúkt.
7. Knarvi; eggklingrutur.