Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 81
Atlantssiðir — Atlantsorð
87
sem slafakid er meira». Her er skilliga eisini meint við
«tara». Merkingin «gras» er helst í hesum báðum dømum:
1. «leggja bakstur af slafaki edur sinu .. vid lífid», Magnus
Stephensen: Gaman og alvara I, 111 (Sveinn Pálsson);
2. «Hjer vex ætíd arfi og slavak best», Bjarni Arngríms*
son: Gardyrkju FrædbQver, 1816, 6. — Hvaðan grundar*
lagið undir greining Blondals er komið, sigur J. B., veitst
ikki; men greinin «slavaksvarpi, m. Skrænt, bevokset med
slavak og stødende op til en Gaards Huse» hevur hann
úr søvnum Hallgr. Schevings (Lbs. 283—284, 4to).
At vísa seg fæst tað burtur úr tí íslendska tilfarinum, at
her er dømi um plantunavn, sum av fyrstu tíð varð havt
um sjóvøkstur («tara», kanska eisini um vatnalgu) og síðan
er vorðið navn á grasi. Sum áður nevnt, hevur verið hildið,
at írska orðið, sum slavak er sprottið av, er til í írskum
staðanøvnum við merkingini «some herb not marine». Sbr.
eisini tey bæði áðurnevndu føroysku staðanøvnini, sum
kunnu vísa tann vegin, at slavak í Føroyum heldur ikki
bert varð nýtt um fjøruslýggj. Spurningurin, um atlants*
orðið slavak av fyrstu tíð hevði tvær merkingar, er ikki
góður at greiða.
Úr eldri bókum, orðabókum og øðrum, fáa vit hetta at
vita um tað geliska orðið, sum sprottið er av somu rót sum
slavak: slabhagan, =ain, s. m., «a sort of edible sea»weed
gathered from rocks, but different from dilse or duilliasg»
(Shaw1), 1780; Armstrong2), 1825). H.S.D.3) (1828): Slabh=
gan «a kind of reddish sea*weed: navel laver. Ulva umbelií
calis. (Lightfoot)»; her eru eisini nevndir ensk*skotsku
formarnir hjá Jamieson: Slaik, Slake, Sleegh og Sloke. Vit
hava áður nevnt upplýsingarnar um nýtsluna av Ulva um=
bilicalis, sum N. Mohr hevði frá Lightfoot. Aftur at hesum
*) William Shaw: A Galic and English Dictionary, London, 1780.
2) R. A. Armstrong: A Gaelic Dictionary, London, 1825.
3) Dictionarium ScotoÆelticum. A Dictionary of the Gaelic Language.
Compiled and Published under the Direction of The Highland Society
of Scotland. I—II. Edinb. 1828.