Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 150
156
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
1. talva. Tey ófullføru, skipað eftir aldri
(Division of the mentally defícient according to age).
undir 7 ár............................. 10
7-14 ár................................ 33
yvir 14 ár............................ 136
Tilsamans (Total.)................... 179
gevur lutfallið umleið 1:1:4. í tí fingna tilfarinum skuldi
tá bert umleið '/3 av teimum ófullføru børnunum undir 7
ár, sum til eru í Føroyum, verið komin uppí, og hetta er
kanska ikki óhugsandi. Fyrsta hugskotið, tú fært (og iva*
Ieyst er tað so), er tað, at foreldur sum longst ugga seg
við, at barn, ið er aftarlaga, fer at taka seg fram, og venda
sær tí ikki til lækna. Fyrstani, tá ið barnið eigur at fara ella
fer í skúla, kemur brekið reiðuliga í ljósmála. Fdesin skeiv^
leikin — eru ikki aðrar atvoldir til hann — sigur okkum,
at líkt er til, at eini 20 ófullfør børn eru aftrat úti um
landið, sum vit enn einki vita um fyri vist.
í 2. talvu er tilfarið skipað eftir ófullførisstigi. Fler er
í øllum ivaførum, og har metingin rillar úr einum stigi í
annað, linasta metingin nýtt (í klombrum aftaná eru millum*
partaførini viðmerkt).
2. talva. Tilfarið, skipað eftir ófullførisstigi
(Division of material according to degree of mental deficiency}.
Fávitskut (moronity)........ 44 (av hesum 17 fávitskut til hálvbýtt)
Hálvbýtt (imbecillity)...... 98 (av hesum 15 hálvbýtt til býtt)
Býtt (idiocy)............... 37
Tilsamans (Total)........... 179
Lítið skal her verða sagt um atvoldirnar til ófullføri,
eina mest tí alt tilfarið er ikki nóg væl kannað í so máta.
Ein roynd er kortini gjørd á 3. talvu, og fellur úrslitið
væl í lag við tað, sum funnið er aðrastaðni í heimi. í 119