Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 101
Kolanøgdin í Suðuroy
107
hammer metir hana til stíva alin og úrslitið av kolarannsókns
unum 1952—54 var 76 cm fyri vestara kolaøki sunnan* og
norðan fyri Trongisvág.
Tað eigur at vera tilskilað, at metingarnar av kolanøgch
ini í Les Gisements de Houille de Suderø ikki eru gjørdar
av teimum monnum, sum hava gjørt kanningar á staðnum
(Ihrmann, Nordstrøm og Stokes), men eru gjørdar burtur
úr tølum teirra av øðrum, sum hava havt beinleiðis áhuga
fyri kolavinnu í Suðuroy. Bókin sum heild tykist vera
skrivað til at vekja ans hjá peningamonnum fyri kolanámi
í Suðuroy.
Harald Nielsen') sigur kolanøgdina at vera 110—120 mill.
tons og vísir til tær nevndu fronsku frágreiðingarnar. Eisini
vísir hann til Helland, men nevnir hann kortini einki um
metingar hansara av kolanøgdini. 1 ritgerð sínari (iVie/sen
1933) nevnir hann tølini útvið 100 mill. tons av koli og
eina aðrastaðni útvið 1000 mill. tons, men hetta seinra talið
man helst vera ein prentvilla. t Rangabotni, sigur hann í
somu ritgerð, eru um leið 10 mill. tons av koli.
Raaschou (1937) hevur ongar metingar gjørt av kola°=
nøgdini, tí, sum hann sigur, kolatjúkdin er so ógvuliga
ymisk, og tað er ikki avgjørt um kolalindirnar eru ein ella
fleiri. Raaschou er fyrsti maður sum vísir á veikleikarnar í
áðurnevnda franska bókaverki, og nevnir hann m. a., at tá
hann ber saman tjúkdarmátingarnar hjá Stokes í ritgerð
hansara og í tí fronsku frágreiðingini, so samsvara tær ikki.
Eisini nevnir hann, at av teimum 24 tjúkdarmátingunum
eftir Stokes, sum eru í tí fronsku frágreiðingini, samsvara
14 av teimum við mátingarnar hjá Ihrmann ella tær hjá
Nordstrøm.
Humlum (1943) vísir til tølini hjá Harald Nielsen. Hann
heldur tey vera í hægra lagi og metir sjálvur kolanøgdina
til 75—110 mill. tons. Humlum hevur ikki sjálvur gjørt
kanningar á staðnum.
0 Rapport over Undersøgelser af Forekomsten af de færøske Kul 1933.