Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 141
Talið á ófullførum fólki i Føroyum
(A Census of the Mentally Deficient in the Faroes).
F.ftir H. D. Joensen.
Stórlond og smálond hava — umframt teir trupulleikar,
ið tey eiga saman og sum altíð eru í einum samfelag —
hvør sínar vansar at vinna á. Hjá stóra landinum kann tað
vera yvirlitið, sum bilar og samskipanin. Hjá okkum, sum
upp í smæstu tjóðirnar teljast, er vansin vanliga tann, at
lítið mannfelag megnar ikki at skifta ymisku vandamálini
sundur í so nógvar avmarkaðar bólkar, at hvør bólkurin
sær fær ta serkønu viðgerð, sum fyri neyðuni kann vera.
Lítla samfelagið noyðist tí ofta at lata sær eina málviðgerð
lynda, sum stóra samfelagið hagreiðir øðrvísi. Satt er tað,
í summum førum ber til at leita út um landamark, men
ikki altíð, minni enn so.
Lata vit hesar hugleiðingar steðga lítið bil í heilsulag=
num, finna vit sjálvandi aftur sama fyribrigdið. Enn í
langar tíður fer at vera so her hjá okkum, hóast heilsu>=
lagið við serlæknum, sjúkradeildum, tólum o. ø. verður
gjørt tíðarhóskandi eftir førimuni, at vit av og á koma
fram á fólk, sum umstøðurnar ikki loyva okkum at hjálpa
her á landi, men sum vit noyðast at senda burtur í størri
lond, har sjáldsamastu sjúkurnar berast á nóg tíðum til,
at hesi lond fáa rikið deildir við serkønum starvsfólki.
Nóg mikið er at nevna sum dømi nývøxtur í heilanum,
uttan onnur dømi eru sjálvandi eisini. Slíkum sjúklingum