Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 145

Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 145
Talið á ófullførum fólki í Føroyum. 151 spurnarblaði, sum landslæknin sendi út 1. marts 1958, var setningurin fyrst avmarkaður til at røkka um tey ófullføru, sum vóru so vitskulítil^ at teimum í løtuni tørvaði ella í næstu framtíð mundi fara at tørva stuðul frá samfelagnum, so tey annað hvørt longu vóru komin ella áttu at koma undir einahvørja umsorgan, kanska at búgva á hóskandi ófullførishúsi ella *heimi. Og síðani var á oyðublaðnum spurt um ymist viðvíkjandi hvørjum ófullførum sær, eitt nú: navn, føðingardagur og sár, fyri børn navn á foreldrum, fyri vaxin navn á og skyldskapur við tey, hin ófullføri búði hjá, bústaður, ein meting av, hvussu ófulb førur hin brekaði var (fávitskutur, hálvbýttur ella býttur), læknaligar viðmerkingar (táið tað var gjørligt so sjúkuavgerð, t. d. mongolismus, myxoedema, hydrocephalus, para» ella hemiplegia spastica, epilepsia). Aftrat hesum helst ein lýsing av standinum (t. d. ikki reinførur, illur í sær, góður at fáast við, sámuligur, gongur við mannfólki og býður sær til, rekavætti, landastrok), stutt lýsing av hússetrinum (tí mangan verður tað tað, ið ger tað eftirynskjandi at fáa hin brekaða á ófull* førishús), hvussu hin brekaði higartil hevur verið hjálptur (komin undir ófullførisumsorgan, farin av landinum í ófullførishús ella sheim, farin á sjúkrahús, kanska sjúkraheim ella ellisheim), um hann hevur fingið avlamisstyrk ella er komin í eftirlitna heimarøkt (heima ella úti hjá fólki) — og loksins varð biðið um uppskot til, hvussu frægast mundi verið at skipa fyri í framtíðini (fyri konufólk kanska ófrukting). Her vóru læknar biðnir um at taka støðu eina mest til, um hin ófull= føri framvegis kundi ætlast at verða væl farin við at verða búgvandi heima ella úti hjá fólki, ella um hann heldur átti at búgva á ófulb førishúsi ella dieimi. Og spurt varð i hesum føri um, hvørt tey, ið varðaðu av, bóru seg undan (ella beinleiðis sýttu fyri), at nakað slíkt varð gjørt, og um tey, hevði slíkt hús ella heim verið her í Føroyum, fegnari vildu latið hin ófullføra har enn at hava hann heima. Læknar vóru biðnir um, har fleiri vóru í somu bygd, at samráðast um spurn* ingarnar, og teir, sum høvdu ikki verið leingi í læknadøminum, vóru biðnir um at samráðast við og spyrja seg fyri hjá kunnigum fólki, eitt nú prestum, sýslumonnum, lærarum og sóknarstýrislimum. B. Táið hesi spurnarbløð vóru send út, fór høvundurin undir at vita, hvussu mong ófullfør vóru at finna í teimum nógvu sjúkradagbókum (tilsamans einar 2200), sum eru í varðveitslu hjá Føroya vanlukkuráði, eins og hann kannaði øll søvn, ið til eru, og øll mál, ið handfarin høvdu verið hjá ríkisumboðnum viðvíkjandi almennari hjálp til ferða» útreiðslur úr Føroyum, sjúklingum undir serumsorgan o. m. 011 at kalla, sum fyrispurningar vóru sendir til, hava sera beinasom latið frá sær tað, ið tey vitstu1)- Alt tilfarið kom sjálvandi ikki at vera 1) Eg veiti her øllum, serstakliga landssjúkrahúsinum og teimum læknunum, ið svaraðu aftur, men eisini øllum teimum úti á bygd, sum hjálpt hava læknunum og mær við hesum kanningum, bestu tøkk mína fyri hjálpina.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.