Fróðskaparrit - 01.01.1964, Side 123
Sólund : Súlund
131
søguni, sum eisini landaliga lýsir hitt gamla Noregsveldið,
er so tikið til, at úti fyri Gulatingsløgum eru oyggjar,
sum fólkið har nevnir Sólundir, og eftir teimum verður
havið ímillum Noregs og írlands kallað Sólundarhaf:
»Sunt (er)go jnsule p(re)iacentes gulacie que ab jncolis
solunde no(m)i(n)ant(ur), unde solundicum mare dictum
quod jnter norwegia(m) et jbernia(m) fluit, jn quo sunt
orchades jnsule. .« (Monumenta Historica Norvegiæ,
bls. 209).
Navnið Sólundarhaf kemur av oyggjarnavni (í eintali),
Sólund, og sama er at siga um skaldsliga navnið í ørindi
(leysavísa 38) í Kormáks søgu: í Sólundar sundi. Hetta
Sólund er óivað navn á somu oynni, sum nevnd er í
oyggjanavnatuluni í Snorra Eddu (II, 492) »SoIvnd«. Ann*
ars er navnið í miðaldarskriftum altíð nevnt í fleirtali,
Sólundir (í Friðjjjófs søgu: Sólundar). Fleirtalsformurin er
helst íkomin av tí, at í miðøldini hava menn hugsað um
tvær høvuðsoyggjar, Sólund ytru og Sólund innaru. Sulen
eita oyggjarnar nú, eru ella hava verið eitt prestagjald.
Hesin nýnorski navnformurin kemur av eintalsforminum. —
Sulen eru oyggjar vestanvert við Sognfjarðarmunnan. Haðan
varð, sum íslendsk miðaldarrit vátta, ofta lagt frá landi, tá
ið menn sigldu vestur í hav. Um ferð SkalIa*Gríms og
Kvøldúlvs til Islands er sagt í Egils søgu: »í>eir sigldu í
eyjar jjær, er Sólundir heita; J?at eru margar eyjar ok stórar
ok svá vágskornar, at j)at er mælt, at Jjar munu fáir menn
halda summir av fyrstu tíð vera skrivaða seint í 12. øld, aðrir onkuns
tíð í 13. øld. Sjáldan er nevnt, at handritið, sum tað nú er, hevur eyðs
kenni, sum vísa vestureftir, mest ímóti Orknoyggjum. Eg skal nevna
slík eyðkenni: 1. bókin sigur, at Ólavur Tryggvason var føddur í Orkns
o^ggjum; 2. nevnir Peti, t. e. Piktar, sum elstu íbúgvar Orknoya, og
sigur frá, hví tað eitur Pettlandsfjgrðr (Petlandicum mare) — um norr.
Pettar ella Pettir, sí A. Sommerfelt í Lochlann (1,218); 3. nevnir ein»
oygdan hval (sbr. grein mína um døgling, Saga och Sed 1960, bls. 1);
4. hevur frásøgnina um Føroyar (sí Fróðskaparrit VIII, 40); 5. greiðir
frá, hví havið, sum Orknoyggjar liggja í, eitur Sólundarhaf (Solundis
cum mare).