Fróðskaparrit - 01.01.1964, Qupperneq 125
Sólund : Súlund
133
súlunda hevði okkurt samband við norska staðarnavnið,
sum í miðøld varð skrivað »Sólund(ir)«. Tá visti eg, at
føroyska orðið æt á íslendskum sólunda, men tá ið eg so
seinni fann, at staðarnavnið áður eisini æt »Súlundir«, helt
eg meg fáa vissu fyri, at samband er ímillum navn og
sagnorð. Tá ið eg so fór at kanna málið, varð eg ikki lítið
bilsin, tí tá sá eg, at longu í 17. øld høvdu íslendingar
funnið, at íslendska sagnorðið »sólunda« var avleiðsla av
navninum »Sólundir«. Um hetta verður røtt seinni.
Formliga prógv mítt er hetta: Vit hava fyri okkum eitt
sagnorð súlunda : sólunda við sjáldsamari ending =unda.
Slík sagnorð fáa valla verið íkomin á annan hátt enn sum
avleiðsla av navnorði við endingini =und f. Soleiðis er í
hvussu er við teimum báðum einastu sagnorðunum av
hesum formi, sum mær eru kunnug úr teimum vestaru
norðanmálunum, gfunda og tíunda — av navnorðunum
p/und f. og tíund f. Fara vit eftir hesum, verður støðið
undir súlunda : sólunda navnorðið súlund : sólund. Slikt
orð er, tað vit vita, ikki til uttan sum staðarnavn, og tá
liggur næst fyri at hugsa um tað týdningarmesta og til*
tiknasta oyggjarnavnið hjá monnum, sum sigldu vestur um
hav, hjá teimum, ið sigldu »Sólundarhaf«. Er henda greið*
ingin bein — formliga, tykir mær, hevur hon gott á at
standa — hava menn, føroyingar sum íslendingar og kanska
aðrir vestanmenn, gjørt sær sagnorðið burtur úr navninum
Súlund(ir) : Sólund(ir).
Guðmundur Andresson (d. 1654) er fyrsti maður, tað vit
vita, sum hevur fest íslendska sagnorðið »sólunda« á blað,
og er hann fyrstur at seta tað í samband við norska staðar*
navnið. I orðabók hansara, Lexicon Islandicum, sum P. J.
Resen gav út í 1683, stendur hetta: »At solunda / Perdere,
Jacturam facere, ab Insulis qvibusdam Norvegiæ, qvæ soU
under appellatæ, eo qvod Naves ibi pereant«. Næstu um<
røðu finna vit í glosusavni úr seinna helmingi av 17. øld,
»Fáein fornmæle« (AM 738, 4to, bl. 33 v), har so er tikið
til: »Solunda h(eita) eyar við Noreg, j?ar voru opt rænd