Fróðskaparrit - 01.01.1964, Blaðsíða 129
Sólund : Súlund
137
slíkt í huga?1) — Vit fáa lagt afturat her: so seint sum í
f>orsteins søgu Geirnefjufóstra — hetta er søga samansett í
fyrra parti av 19. øld. Høvundur: Gísli Konráðssonar —
eru tær nevndu norsku oyggjarnar umrøddar: »í>að var
á einu sumri, at j)eir mættu víkingum við Sólundir ok
lógðu til orrustu við J)eir«, íslendinga Sógur (Guðni Jóns»
son gav út) VIII, 402, sbr. eisini bls. 424: »Frá hann J»á,
at Fljótamenn lágu við Sólundir.«
Sum áður er nevnt, er lítið at ivast í, at súlunda er
komið av oyggja(r)navninum Súlund(ir) og sólunda av
sama navni í tí vanliga skriftforminum í miðøld: Sólund(ir).
Vit hava so statt eitt gamalt sagnorð, sum er gjørt burtur
úr staðarnavni, ja so gamalt er hetta sagnorðið, at vit, av
tí at tað er til bæði í Føroyum og í íslandi tora at siga,
at tað eftir øllum líkindum er íkomið í víkingatíðini.
Sagnorð, sum gjørd eru á sama hátt sum okkara orð, eru
helst ikki mong í tali, og tey, sum mær eru kunnug úr
øðrum tungumálum, eru úr 19. (ella 20.) øld, t. d. enskt
shangai »to drug or make drunk and ship as a sailor«
(U. S. A. 1871, Ongland 1887) av Shanghai og svenska
orðið baggbóla »skóvlande avverka skog« (frá 1860*árunum)
av Baggbóle í Vasterbotten.
Vit fara nú at enda at spyrja: hvør formurin av norska
navninum er eldri, Súlund ella Sólund? Um hetta er ilt at
siga nakað við vissu. Nýnorski formurin Sulen og føroyska
sagnorðið eru, sum vit hava sæð, komin av forminum Súb
') Vit kunnu spyrja: eru ikki hjá íslendingum, bæði í fornsøgum og
hjá monnum í 17. øld, frásagnir um Sólundir og Brenneyjar (oyggjar
í Geytelvarósa) komnar í bland? í Bjarnar søgu hítdølakappa (fsl. Forn*
rit III, 127) er so tikið til: » . . . leið hans var um Brenneyjar; (oat eru
margar eyjar ok váru Jaá litt byggðar. I>ar váru í launvágar, ok var
Jiar jafnan herskátt af víkingum . . . « í Egils søgu (fsl. Fornr. II, 121)
er sagt um Brenneyjar: » . . . (>ar var í j>ann tíffla víkingabceli mikit,
J>ví at jiar sigldu kaupskip mjpk í gegnum eyjarnar,« og í Kormáks søgu
(ísl. Fornr. VIII, 296): » . . . kómu við Brenneyjar . . . I?ar sá Joeir fljóta
fyrir skip í>orvalds; var hann jrar sjálfr ok nokkurir menn með honum;
jaeir váru ræntir fe pllu, en Steingerðr brott tekin af víkingum . . . «
10 — Fróðskaparrit 1964