Fróðskaparrit - 01.01.1964, Blaðsíða 255
Jakob Jakobsen og ritgerðir hansara
Jakob Jakobsen, 1864—1918
Jakob Jakobsen (sum hann varð skrivaður) varð føddur 22. februar
1864 í Havn, har faðir hansara, Hans Nicolai Jacobsen, var bókbindari
og bókahandlari. Faðir H. N. Jacobsens var sunnbingur, móðirin úr
Utístovu í Hattarvík. Móðir Jákups, doktara, var úr Trøðum á Sandi.
Jákup fór 1877, 13 ára gamal, til Herlufshólms, har hann í 1883 tók
studentsprógv. Sama ár var hann fyri fyrstu ferð hesi 6 árini heima í summar*
frítíðini. Um heystið flutti hann inn á Garð. Ætlan hansara var í fyrstu
syftu at lesa franskt. Tað bar so á, at hann kom at búgva saman við
íslendinginum Boga Th. Melsteð, sum stuðlaði honum til at lesa norrøn
mál í staðin. Smátt og smátt broyttust ætlanir Jákups tann vegin. Bogi
Melsteð lærdi hann íslendskt. Á sumii 1884 var hapn aftur í Føroyum,
og á heysti sama ár kom hann í samband við V. U. Hammershaimb,
sum gjørdi hann til hjálparmann til sína føroysku antologi, ið tá var
farin í gerð. Endin varð, at hann í lesnaðinum legði høvuðsdentin á
norrøn mál. 1887 var hann — fyri antologiina — um hálvt ár heima.
Sama ár flutti hann av Garði til systur sína, frú Onnu Horsbøl, ið var
lærarinna í Keypmannahavn og gift við einum donskum lærara. Anna
og maðurin áttu eingi børn. Bústaður teirra var á Grundtvigsveg nr. 5
á Frederiksberg. Her búði Jákup til deyðadags. Hann giftist ongantíð.
1891 varð hann cand. mag. Hann hevði danskt sum aðalgrein og franskt
og Jatín-sum hjágreinir. Sama ár varð útgávan av antologiini liðug.
Rættskriving Hammershaimbs helt hann vera nakað torføra hjá vanlig-
um fólki. í grein (Nogle ord om færøsk samt et forslag til en ny fær-
øsk retskriving) í 1889 setti hann fram uppskot um nýggja føroyska
rættskriving, sum hann sjálvur nýtti í egnu verkum sínum til 1892.
Undirtøkan var ikki góð, og varð tí gjørt eitt semingsuppskot, »broyting«
rópt, sum Jákup sjálvur nýtti í seinnu verkum sínum. Heldur ikki her
var undirtøkan góð, og ta síðstu tíðina, hann livdi, nýtti Jákup hina
vanligu, hammershaimbsku rættskrivingina.
1892, beint eftir lokið prógv, fór Jákup, við styrki úr Carlsberg-
grunninum, til Føroya. Her var hann í eitt ár. Á sumri 1893 helt hann