Fróðskaparrit - 01.01.1964, Page 210
218
Ríki Jákup í søgn og søgu
handle.cí1) Hetta er fyrstu ferð, hann er nevndur í teimum
skjølum, sum til eru. Sum stórbóndi og løgrættumaður
formáddi hann sær ikki lítið. Tað gav at bíta, tá ið menn
klagaðu um, at Balzar Jacobsen løgmaður tað árið, hann
var fúti (1655), hevði hækkað markatalið eitt nú í Koltri
við einari mørk og á Selatrað við eini hálvari. Koltursmenn
klagaðu fleiri ferðir og fingu ongar sømdir; men hálv«
mørkin á Selatrað varð strikað úr jarðarbókini.2) I flestum
førum sita slíkir menn um sátt við hægstu myndugleikarí
nar. Tað er tí ikki at undrast á, at í tí stóra sakarmálinum
móti Søren Pedersen fúta og hjálparmonnum hansara (1672)
vitnar Jákup, »at han er vel kommen af med hans Leje og
haver sig ej i nogen Maader at besvere.«3) Spurdur um,
hvussu nógv hann hevði givið fyri festið, svaraði hann, at
fyri 22 merkur í jørð hevði hann latið 50 dálar og 3 tunnur
av tálg og smøri, og legði aftrat, at »det gjorde han af sin
egen gode Vilje og ej efter nogen Anfordring derom eller
(af) nogen tiltvunget.«3) Gamalt festigjald hevði verið gyllin
fyri mørkina; Jákup hevur givið 32/3 gyllin, men aðrir
máttu gjalda meira. Fyriskipanin frá 16. apríl 1673 ásetti
tríggjar gyllin fyri mørkina.4)
26. oktober 1667 læt hann báðar synirnar í felag festa
alla kongsjørðina á Selatrað5) — líkt er til, at kona hansara
er deyð um hetta mundið. Synirnir giftust við prestadøtrum
úr Vágum;6) tær vóru konusystrar Jógvan løgmann, og ber
hetta prógv um, at Selatraðarbrøðurnir, sum teir vóru
nevndir, stættarliga vóru mettir javnt við teir mætastu menn
í landinum. Sakaris giftist ikki, sum søgnin sigur, til Streym*
nes, men flutti seinni hagar at búgva.
*) Tingbókin 1615—54.
2) Løgtings- og Vártingsbókin 1655—66.
3) Løgtingsbókin 1666—77.
4) N. Andersen, 1895. Tillæg til Forslag og Betænkninger afgivne af
den færøske Landbokommission.
5) A. Degn, 1945.
6) N. Andersen, 1895.