Fróðskaparrit - 01.01.1964, Blaðsíða 128
136
Sólund : Súlund
Flókatrøll, 43) einki ófriski . . , ið herjaði á og súlundaði
(»súlendaði«) øllum lívshug (t. e. beindi fyri); (úr Kunoy)
nú hava teir súlundað tað burtur (eitt sindur veikari enn
»søplað tað burtur«). Við Gjógv kunnu tey siga: at súb
unda ein (at ama burtur av honum), hann súlundar hann
(ger hann søran); (í hoyna, hvirla kom og tók alt hoyggið
út á sjógv, tá segði maðurin) eg var(ð) súlundaður fyri
hoyggj; (nótakast hevði verið, tá ið maður kom eftir sínum
parti, var eingin partur, segði) eg var(ð) súlundaður. Aðra*
staðni í Eysturoynni kunnu smádreingir í illsinni taka so
til: Eg skal súlunda teg (t. e. beina fyri tær). Eg kann
leggja afturat, at Tróndur Olsen í eini týðing (Johs. V.
Jensen, Nornagestur, 27) fyri »fortæres« hevur »súlundast«.
— Sandoyardormurin »súlenda« kemur helst av mistýðing;
tey hava hildið, at fyrri partur av orðinum var súla f.
(vaðsúla) og seinni partur enda v. (t. e. snørið er alt runnið
niður, endi er í hendi).
Sum vit hava sæð, settu íslendingar í 17. øld íslendska
sagnorðið »sólunda« í samband við »Sólundir«, Guðmund*
ur Andresson sigur tað komast av tí, at har fórust (»pereant«)
ofta skip, maðurin, ið skrivaði »Eornyrði« sigur tað vera
tí, at har varð ofta rænt av skipum (»opt rænd skip af
víkingum«). Hvat ið hesir menninir hava á at standa, vita
vit ikki. Kanska gita teir hvør í sínum lagi. At skip, sum
sigldu úr »Sólundum« vestur í hav, sigldu »Sólundarhaf«,
mangan ikki spurdust aftur, ivast eingin í. Men sigur ikki
Guðm. Andr., at skip týndust við oyggjarnar (»naves ibi
pereant«)? Hetta er, tað vit nú vita, ikki grett aðrastaðni.
Nærri tí, sum »Fornyrða«*skrivarin greinir frá, er tað, sum
Bjørn hítdølakappi sigur í háðørindi um sambiðil sín (ís*
lenzk Fornrit III, 144): »Sátt við, sveinn enn hvíti, sviptr
auði ok giptu, . .. pfund í Sólundum, Jiás . . • reyttak
(Finnur Jónsson, Skjaldedigtn. I, 279: ræntak; handr.:
reyntag), . . . af J>er bæði . . knprr ok aura«. Her er nevnd
hending í »Sólundum«, har frá manni eru tikin bæði skip
og farmur. Man »Fomyrða«*maðurin hava havt okkurt