Fróðskaparrit - 01.01.1964, Blaðsíða 209
Ríki Jákup í søgn og søgu
217
45 eru ikki longur til, men tá ið vit í 1645/461) fáa aftur
um endan, situr Jákup við øllum trimum festunum hjá
Jóannesi og — tó tað stendur ikki nevnt í jarðarbókini —
er giftur við einkju hansara, sum vit annars lítið og einki
vita um.
Á annan hátt ber til at tíðarfesta hetta bóndaskifti gjølh
ari. Jákup tykist at hava verið væl í øgn við Páll á Oyri.
5. avgust 1643 læt hann Jákup og ikki Jógvan sonin, sum
seinni varð løgmaður, festa kongshálvmørkina norðuri við
Skála. Søgnin veit at siga, at Jákup átti tveir synir, og at
annar æt Sakaris — hann er annars nevndur í søgnini um
Hvalvíks=Jógvan.2) Tann eldri, Páll — hvør veit, um hann
ikki er uppkallaður eftir Páll á Oyri — sigur seg í tings*
vitni frá 4. oktober 1690 vera 48 ára gamlan,3) og í Eystur?
oyar kirkjubók stendur skrivað, at hann varð jarðaður við
Sjóvar kirkju á Strondum 1. juni 1728, 85 ára gamal. Eftir
hesum skuldi hann verið føddur 1642—43.
Um 1649 man Páll á Oyri vera deyður. Jógvan hevur
tá fest Oyrargarð, mamma hansara, Anna Antinisdóttir, situr
við Miðtúnsfestinum, og Jákup er nú einsamallur um allar
14 merkurnar heimi á Bø. Trý ár eftir tað festi hann Mið*
tún, og onkuntíð seinni — allar jarðarbøkurnar frá 1653 til
1705 eru burturkomnar — fekk hann hendur á festið úti á
Heyggi. Eftir nøkrum fáum árum hevur tað eydnast fátæks^
manssoninum úr Kaldbak at leggja undir seg alla kongs*
jørðina á Selatrað, hálvmørkina norðuri við Skála ikki at
gloyma — og enn var hann maður í bestu árum.
Men Jákup dugdi meira enn at kradda jørð undir seg.
5. avgust 1643 — sama dag hann festi hálvmørkina — sat
hann sum tólvti løgrættumaður saman við løgmanni í Havn
»paa menige Landsens Indbyggeres Vegne anlangendes
Landsens Gavn og Bedste paa mange Maader om at for*
’) Á ríkisskjalasavninum í Oslo eru varðveittar tríggjar jarðarbøkur,
1645/46, 1647/48 og 1648/49, sum A. Degn ikki visti av.
2) Jakob Jakobsen, 1898—1901.
3) Kommissionsbetænkningen 1709—10.
15 — Fróðskaparrit 1964