Fróðskaparrit - 01.01.1964, Page 208
216
Ríki Jákup í søgn og søgu
Einki er at ivast í, at tað er pápi Jákups, sum her verður
sektaður fyri at vera komin fyri barn fyri tíðina, og hvør
annar man tað vera enn Jákup sjálvur, sum soleiðis skorar
seg inn í heimin. Hvørki søgn ella skjøl gretta eitt orð um,
at hann átti systkin. Sakaris vita vit annars einki um, men
kunna slútta okkum til, at hann og konan, sum ikki verður
nevnd, hava tænt hjá onkrum bónda har í bygdini; tey
hava kortini havt egið búgv, tí sigur Jákup, at hann var
heima hjá foreldrum sínum.
Um 1631 er Jákup farin til Hoyvíkar at tæna hjá Aggu=
steinisi, sum eisini var bóndi á Sundi. Her gevur hansara
ævintýrliga eydna seg til sjóndar í kenningarærini, sum
annaðhvørt árið átti tvey lomb, annaðhvørt trý.
Tíggju ár seinni, um 1641, fer Jákup úr Hoyvík til Sela=
traðar — søgnin sigur, at hann giftist hagar. Av fyrstan tíð
man hann vera komin hagar sum húskallur, men ikki hevur
verið leingi, til hann sat sum bóndi á garðinum.
Kongsjørðin á Selatrað var tá skift sundur í 5 festi: hálv»
sætta mørk úti á Heyggi, hálvtriðja í Miðtúni1) og eitt
seksmarka* og tvey fýramarkafesti heimi á Bø. Jóannes
Antoniussen var tá høvuðsmaður í bygdini og sat heimi á
Bø við 11 mørkum.2) Hann var maður í bestu árum, var
giftur og átti tvey børn. Svágur hansara, Páll Jacobsen á
Oyri, sum var løgrættumaður, hevði umframt Oyrargarð 2
merkur heimi á Bø, Miðtúnsfestið og eina hálvmørk norð*
uri við Skála. Um hetta mundið tykist hóttafall at vera
komið á Jóannes. í sakfalslistanum 1641 fyri Eysturoyar
sýslu stendur: »Johannes Antonissøn for et Faar, han tog
i sin Baad og siden slibte det paa Landet. Kan sig ikke
lovverge, bøde 2 Øre Sølver og blive minde Mand.«3) í
jarðarbókini 1641/42 er hann við sama lag skrivaður sum
bóndi. Tær tríggjar fylgjandi jarðarbøkurnar 1642/43—1644/
!) Hjá A. Degn, 1945 eru nøvnini á I og II umskift, og Miðhorn er
misskrivað fyri Miðtún.
2) Jarðarbókin 1628/29.
3) Tingbókin 1615—54.