Fróðskaparrit - 01.01.1964, Blaðsíða 124
132
Sólund : Súlund
vita um allar hafnir« (íslenzk Fornrit II, 66). Men í Lanck
námabók (útg. 1900, bls. 138) er sagt um somu ferð, at
»]aeir lágu til hafs í Sólundum (skr. Solvndum)«, t. e. teir
bíðaðu eftir líkindum, eftir byri, har. Um Harald kong
Gormsson, sum ætlaði sær at gera hevndarferð við heri til
Islands, er sagt í Jómsvíkinga søgu (útg. 1882, bls. 35), at
»konungrinn lá Ipá í Sólundum«, men Óláfs saga Tryggva*
sonar en mesta (útg. 1958, bls. 170) kallar oyggjarnar
»Selundir«. í sambandi við Harald harðráða og ferð hansara,
feigdarferðina, vestur til Onglands eru Sólundir nevndar. —
Vit skulu aftur at hesum her bert nevna tveir staðir úr
Hauksbók (14. øld; útg. 1892—96), báðar úr Hemings tátti.
Bls. 333 stendur: » . .. I>er(si) herr allr kom saman i SoU
undum -.« Á bls. 335: »Sva er sagt ]>a er konvngr la i
Sulundum. í>a sigldi ]>ar eitt Grænlandz far af hafi . . .«
Báðir hesir formarnir »Solundum« og »Sulundum« eru eftir
uppskrift av blað, sum nú er burtur. Uppskriftina hevur
— sum Jón Helgason sigur mær — Ásgeir Jónsson (skrivari
hjá Torfæusi) gjørt í Keypmannahavn veturin 1697—98.
011 rit úr miðøld, íslendsk og norsk (sí Dipl. Norv.
XII, 155, 159, 160, 230), hava formin Sólund* (skr. Solund*,
Solvnd^), øll uttan Hauksbók (bls. 335), sum hevur Súlund*.
Men hetta er nóg mikið til at prógva okkum, at nútíðar*
formurin Sulen er framvaksin úr miðaldarformi Súlund.
Henda navnformin, sum hevur »ú* og ikki >ó*, kendi ikki
Amund B. Larsen, tá ið hann gav út »Sognemálene«
(1922—26). Hann hevði tí bert formin Sólund í huganum,
tá ið hann har skrivaði um navnið.
Styrk fær formurin Súlund frá føroyskum orði, sum eitur
súlunda v., tað sama, sum á íslendskum eitur sólunda v.
Hetta sagnorðið fær, sum vit skulu royna at prógva, ikki
verið annað enn avleiðsla av hinum í víkingatíðini og mið*
øldini víða gitna oyggjarnavninum, sum gav havinum vestan
fyri Noreg navnið »Sólundarhaf«, »Solundicum mare«. Hetta
havið man í miðøldini eisini hava itið »Súlundarhaf«.
Leingi hevði eg havt varhugan av, at føroyska sagnorðið