Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 18

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 18
30 KVÆÐAUPPS KRIFTIR JÓANNESAR í KRÓKI tekstimar. Hann var professari í gudfrøði, men var eisini kønur í norrønum máli og bókmentum. Hann sá, at hesir tekstimir snúðu seg um søgur, ið eisini funnust á nor- rønum. Hansara áhugi fyri hesum føroysku kvæðunum varð beinanvegin vaktur. Hann skrivaði til Schrøter prest í Suðuroy og Hentze próst á Sandi og bað teir útvega fleiri kvæði, serliga tílík sum høvdu tilknýti til Sjúrðarkvæðini. Frá Schrøteri fekk hann longu í 1818 sendandi eitt handrit við Sjúrðarkvæðunum, uppskrivað í Suðuroy. Hetta er tann fyrsta fullfíggjaða uppskrivtin av Sjúrðarkvæðunum, ið til er, og handritið hjá Schrøter er grundarlagið undir teirri út- gávuni av Sjúrðarkvæðunum, sum Lyng- bye gjørdi í 1822 og sum er tann fyrsta bók- in, ið varð prentað á føroyskum. Tey brot- ini, Lyngbye fekk fatur á, em ikki til longur. Hentzes Savn Frá Hentze prósti á Sandi fekk Muller um- leið eitt ár seinni, tvs. í 1819, sendandi eitt handrit, sum vanliga verður nevnt Hentzes Savn. Hetta handrit er til støddar sum ein miðalstór bók, úti við 150 blaðsíður, og inniheldur 18 kvæði. Sjálvt um handritið er kallað upp eftir Hentze próst, so er tað, alt sum tað er, skrivað við hondini hjá Jóannesi í Króki. Men grundin til at tað ber navnið á próstinum er, at tað var hann ið fekk Jóannes at fara í gongd við at savna hesi kvæði og kanska serliga at tað, sum nevnt var hann ið sendi handritið til Keypmanna- havnar. Aðrenn eg sigi meira um Hentzes Savn- ið, haldi eg tað vera hóskandi at siga eitt lít- ið sindur um stavsetingina av føroyskum í hesum árum. Sum tað man vera flestum kunnigt, høvdu vit um 1820 ikki teirri stav- seting, sum nú er. Tann stavsetingin, vit brúka í dag varð ikki til fyrr enn eini 30 ár seinni. Tað var sum kunnigt V.U.Hammers- haimb sum gjørdi hana umleið 1850. Men hvussu skrivaðu teir so, Schrøter, Jóannes í Króki og aðrir? Eg nevndi í áðni, at Svabo seinast í 18. øld gjørdi sær sína egnu stavseting, sum bygdi beinleiðis á úttaluna. Stavsetingin hjá Jóannesi í Króki - bæði í Hentzes Savn og Sandoyarbók - er umleið tann sama sum hjá Svabo. Tað eru onkrir minni munir teirra millum, og eg skal nevna tvey dømi. Ein munurin er, at í einum orði sum t.d. fór byggir Svabo á vágamál og skrivar /eu/, meðan Jóannes skrivar /ou/, tvs. at Jóannes hevur sagt [four]. Ein annar munur er, at í einum orði sum t.d.fara skrivar Svabo /ea/ meðan Jóannes skrivar /a/ í Hentzes Savn. I Sandoyarbók skrivar hann eisini /a/ í fyrstani, men skiftir rættiliga skjótt til /ea/. Hetta vóru nøkur fá orð um stavseting - og nú skal eg siga eitt sindur meira um Hentzes Savnið. Hentzes Savn inniheldur sum nevnt 18 kvæði, mest gomul kvæði; men í savninum eru eisin nøkur nýyrkt kvæði eftir Sjóvar- bóndan, sum her eru varðveitt í teirri elstu nú kendu uppskrift, t.d. Ormurin langi. Eitt sum eyðkennir Hentzes Savn saman- borið við Sandoyarbók er, at Hentzes Savn hevur niðurlag til hvørt kvæði, meðan Sandoyarbók eingi niðurløg hevur við. Ein annar munur millum tey tvey handritini er, at í Hentzes Savn fáa vit ikki nakað at vita um, hvaðani kvæðið er, meðan Sandoyar- bók - sum vit skulu síggja - gevur upplýs- ingar um hetta.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.