Fróðskaparrit - 01.01.1994, Blaðsíða 105
117
Sandoyarmál - leysligar hugleiðingar
Jóhan Hendrik W. Poulsen
Góðu ráðstevnugestir, kæra oyggjarfólk!
A hesi ráðstevnu til minningar um mæta
oyggjarmann okkara, heimasandsmannin
Jóannes í Króki, hevur mær verið litið til at
geva eina mynd av sandoyarmáli, tí máli,
ella rættari: teimum málum, ið talað verða
her í oynni og sýsluni. Gløgt er gestsins
eyga - og oyra, kundu vit í hesum føri lagt
afturat. Av tí at eg sjálvur eri hiðan úr
oynni, var hugsandi, at ein uttaneftirkomin
hevði dugað betur at givið sær far um tað
serliga við sandoyarmáli enn ein, ið her er
uppvaksin. Men eg skal tó royna í fáum
dráttum at tekna eina brotakenda mynd av
hesum eftir mínum tykki ljómfagra og
orðaríka máli, einum máli, sum hevur varð-
veitt so nógv upprunaligt, tí at oyggin
henda kanska meir enn aðrar hevur ligið
burtur av alfaraveg og tí hevur ikki verið so
nógv ørkymlað av fremmandum árini sum
eitt nú suðurstreymoyarmálið. Men nú fer
tað helst eins og onnur málføri víða um
landið alt meira at verða drigið inn í meld-
urin av sterkum samjavnandi kreftum, ið
vilja stoyta alt um í sama einsháttaða formi,
Fróðskaparrit 42. bók. 1994: 117-123
so at brátt verður kanska eitt einvorðið,
ljóðliga fátáttað mál at hoyra um alt landið.
Tó er tað at nevna, at í seinastuni hava verið
tekin til mótrák ella afturundirgerðir, smáar
royndir til gera vart við seg málsliga, hjúkla
um tey eyðkenni, ið bygdamálunum eru
eginlig. Tað skal ikki lítið dirvi til, tí fátt
kann arga summi fólk meira, enn tað, at
onkur sker seg burtur úr hini stóru gráu
fjøldini málsliga.
I mongum av teim londum, vit kenna til,
eitt nú Danmørk, er eitt ríkismál ella lands-
mál og so landspartamál ella bygdamál,
dialektir - ella málføri, sum vit hava valt at
nevna tað á føroyskum. Har hava frá fymd-
ini verið munir millum málini eftir lands-
pørtum, munir, sum em vorðnir greinilig-
ari, sum frá hevur liðið. Tilvildin hevur so
gjørt tað, at tað málføri, har sum kongur og
landsstjóm hava havt sæti, hevur verið lyft
upp um hini málførini og hevur fingið
støðu sum hitt almenna málið. Tað verður
so lært í skúlunum, verður einaráðandi á
leikpalli og í útvarpi og seinni sjónvarpi.
Skal onkur í einum sjónleiki verða lýstur