Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 105

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 105
117 Sandoyarmál - leysligar hugleiðingar Jóhan Hendrik W. Poulsen Góðu ráðstevnugestir, kæra oyggjarfólk! A hesi ráðstevnu til minningar um mæta oyggjarmann okkara, heimasandsmannin Jóannes í Króki, hevur mær verið litið til at geva eina mynd av sandoyarmáli, tí máli, ella rættari: teimum málum, ið talað verða her í oynni og sýsluni. Gløgt er gestsins eyga - og oyra, kundu vit í hesum føri lagt afturat. Av tí at eg sjálvur eri hiðan úr oynni, var hugsandi, at ein uttaneftirkomin hevði dugað betur at givið sær far um tað serliga við sandoyarmáli enn ein, ið her er uppvaksin. Men eg skal tó royna í fáum dráttum at tekna eina brotakenda mynd av hesum eftir mínum tykki ljómfagra og orðaríka máli, einum máli, sum hevur varð- veitt so nógv upprunaligt, tí at oyggin henda kanska meir enn aðrar hevur ligið burtur av alfaraveg og tí hevur ikki verið so nógv ørkymlað av fremmandum árini sum eitt nú suðurstreymoyarmálið. Men nú fer tað helst eins og onnur málføri víða um landið alt meira at verða drigið inn í meld- urin av sterkum samjavnandi kreftum, ið vilja stoyta alt um í sama einsháttaða formi, Fróðskaparrit 42. bók. 1994: 117-123 so at brátt verður kanska eitt einvorðið, ljóðliga fátáttað mál at hoyra um alt landið. Tó er tað at nevna, at í seinastuni hava verið tekin til mótrák ella afturundirgerðir, smáar royndir til gera vart við seg málsliga, hjúkla um tey eyðkenni, ið bygdamálunum eru eginlig. Tað skal ikki lítið dirvi til, tí fátt kann arga summi fólk meira, enn tað, at onkur sker seg burtur úr hini stóru gráu fjøldini málsliga. I mongum av teim londum, vit kenna til, eitt nú Danmørk, er eitt ríkismál ella lands- mál og so landspartamál ella bygdamál, dialektir - ella málføri, sum vit hava valt at nevna tað á føroyskum. Har hava frá fymd- ini verið munir millum málini eftir lands- pørtum, munir, sum em vorðnir greinilig- ari, sum frá hevur liðið. Tilvildin hevur so gjørt tað, at tað málføri, har sum kongur og landsstjóm hava havt sæti, hevur verið lyft upp um hini málførini og hevur fingið støðu sum hitt almenna málið. Tað verður so lært í skúlunum, verður einaráðandi á leikpalli og í útvarpi og seinni sjónvarpi. Skal onkur í einum sjónleiki verða lýstur
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.