Fróðskaparrit - 01.01.1994, Blaðsíða 23
KVÆÐAUPPSKRIFTIR JÓANNESAR í KRÓKI
35
finst ein listi yvir 83 av kvæðunum í Sand-
oyarbók, sum er skrivaður av Hammers-
haimb og sum hann man hava gjørt á hesi
ferðini, og har er eisini ein avskrift av hes-
um lista, sum Svend Grundtvig hevur gjørt.
Tað man vera eftir hesum listanum hjá sær,
at Hammershaimb hevur biðið um kvæða-
avskriftir frá Jóannesi. Imillum pappírini
hjá Hammershaimb eru úti við hálvthundr-
að avskriftir, sum hann hevur fingið send-
andi frá Jóannesi í árunum um 1850. Og
hann hevur fingið tær í ið hvussu er tveim-
um umførum. Tær eru allar - uttan tríggjar
- avskriftir eftir Sandoyarbók. Svend
Grundtvig hevur eisini fingið kvæðaupp-
skriftir, fimm í tali, allar eftir Sandoyarbók.
Tað tykist sum at tann áhugi, sum Hamm-
ershaimb og Grundtvig vístu kvæðasavnin-
um hjá Jóannesi, hevur eggjað honum til
einaferð enn at royna at savna kvæði, tí
ímillum avskriftimar, sum hann sendi
Hammershaimb em - sum eg nevndi - trý
kvæði, sum ikki eru við í Sandoyarbók og
sum uttan iva em nýggjar uppskriftir frá
hesum ámm. Og onkuntíð hevur hann eis-
ini skoytt nýggj ørindi upp í tekstir, sum
hann skrivaði av eftir Sandoyarbók. Eitt
dømi er Gongurólvs kvæði, sum í Sand-
oyarbók er 140 ørindi, meðan avskriftin,
sum Hammershaimb fekk frá honum er 151
ørindi.
Eg nevndi í sambandi við Hentzes Savn,
at eingi niðurløg em við í Sandoyarbók. í
avskriftunum eftir Sandoyarbók hevur
Jóannes altíð niðurløg við. Tað tykist sum
at hann hevur havt niðurløgini samlað fyri
seg, tí á Landsbókasavninum finst eitt sam-
anlagt blað við niðurløgum, sum em tal-
merkt 21-54, tvs. at tað hevur funnist eitt
blað aftrat við 20 niðurløgum, sum nú er
burturblivið, og millum avskriftirnar, sum
Hammershaimb fekk, em eini 30 niðurløg
samlað fyri seg aftrat teimum sum fylgdu
við teimum einstøku kvæðunum.
Hyggja vit nú til seinast at nøgdini av
kvæðum, sum Jóannes samlaði, so eru tað
rúmliga 100 kvæði, og sjálvur sigur hann,
at talið á ørindum var umleið 10.000, og tað
man ikki vera av leið.
Hetta var so tað eg hevði at siga her í dag
um kvæðasavningina hjá merkismannin-
um, Jóannesi í Króki. Og eg vil enda við at
siga, at Jóannes við sínum kvæðasøvnum,
fyrst og fremst Sandoyarbók, stendur í
fremstu røð millum føroyskar kvæðasavn-
arar, undir liðini á monnum sum Hammers-
haimb, Schrøter og Svabo.
Bókmentir:
Conroy, Patricia. 1989. A Faroese Ballad Collection, Its
Collector and the Community. Fróðskaparrit 34-35
(1986-87): 23-41.
Króki, Jóannes í. 1968-82. Sandoyarbók I-II. Samskip-
að útgávuna hevur Rikard Long, Tórshavn.
Kaj Larsen
Føroyamálsdeildin
Fróðskaparsetur Føroya
FR-100 Tórshavn
Færøeme