Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 23

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 23
KVÆÐAUPPSKRIFTIR JÓANNESAR í KRÓKI 35 finst ein listi yvir 83 av kvæðunum í Sand- oyarbók, sum er skrivaður av Hammers- haimb og sum hann man hava gjørt á hesi ferðini, og har er eisini ein avskrift av hes- um lista, sum Svend Grundtvig hevur gjørt. Tað man vera eftir hesum listanum hjá sær, at Hammershaimb hevur biðið um kvæða- avskriftir frá Jóannesi. Imillum pappírini hjá Hammershaimb eru úti við hálvthundr- að avskriftir, sum hann hevur fingið send- andi frá Jóannesi í árunum um 1850. Og hann hevur fingið tær í ið hvussu er tveim- um umførum. Tær eru allar - uttan tríggjar - avskriftir eftir Sandoyarbók. Svend Grundtvig hevur eisini fingið kvæðaupp- skriftir, fimm í tali, allar eftir Sandoyarbók. Tað tykist sum at tann áhugi, sum Hamm- ershaimb og Grundtvig vístu kvæðasavnin- um hjá Jóannesi, hevur eggjað honum til einaferð enn at royna at savna kvæði, tí ímillum avskriftimar, sum hann sendi Hammershaimb em - sum eg nevndi - trý kvæði, sum ikki eru við í Sandoyarbók og sum uttan iva em nýggjar uppskriftir frá hesum ámm. Og onkuntíð hevur hann eis- ini skoytt nýggj ørindi upp í tekstir, sum hann skrivaði av eftir Sandoyarbók. Eitt dømi er Gongurólvs kvæði, sum í Sand- oyarbók er 140 ørindi, meðan avskriftin, sum Hammershaimb fekk frá honum er 151 ørindi. Eg nevndi í sambandi við Hentzes Savn, at eingi niðurløg em við í Sandoyarbók. í avskriftunum eftir Sandoyarbók hevur Jóannes altíð niðurløg við. Tað tykist sum at hann hevur havt niðurløgini samlað fyri seg, tí á Landsbókasavninum finst eitt sam- anlagt blað við niðurløgum, sum em tal- merkt 21-54, tvs. at tað hevur funnist eitt blað aftrat við 20 niðurløgum, sum nú er burturblivið, og millum avskriftirnar, sum Hammershaimb fekk, em eini 30 niðurløg samlað fyri seg aftrat teimum sum fylgdu við teimum einstøku kvæðunum. Hyggja vit nú til seinast at nøgdini av kvæðum, sum Jóannes samlaði, so eru tað rúmliga 100 kvæði, og sjálvur sigur hann, at talið á ørindum var umleið 10.000, og tað man ikki vera av leið. Hetta var so tað eg hevði at siga her í dag um kvæðasavningina hjá merkismannin- um, Jóannesi í Króki. Og eg vil enda við at siga, at Jóannes við sínum kvæðasøvnum, fyrst og fremst Sandoyarbók, stendur í fremstu røð millum føroyskar kvæðasavn- arar, undir liðini á monnum sum Hammers- haimb, Schrøter og Svabo. Bókmentir: Conroy, Patricia. 1989. A Faroese Ballad Collection, Its Collector and the Community. Fróðskaparrit 34-35 (1986-87): 23-41. Króki, Jóannes í. 1968-82. Sandoyarbók I-II. Samskip- að útgávuna hevur Rikard Long, Tórshavn. Kaj Larsen Føroyamálsdeildin Fróðskaparsetur Føroya FR-100 Tórshavn Færøeme
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.